Árið 2007 var eitt fantastiskt ár fyri føroyska svimjing. Gott HM í Melbourne, har sjálvt viðmerkjarin hjá Eurosport legði til merkis hvussu væl tær báðar Mona og Jutta svomu. Fantastiskir oyggjaleikir, har vit domineraðu yvir allar tjóðir. Fyrstu gullheiðursmerki á NJM, umframt yvirhøvur eina plasering millum hinar tjóðirnar sum verður torfør at endurskapa. Og so Pál 🙂
Continue reading Gott nýggjár
Year: 2007
Upprudding á svimjing.com
Ein nýggj og spennandi útgáva er á veg av heimasíðuskipanini Drupal, sum vit brúka her á svimjing.com. Tað er altíð lættast at dagføra um man er so nær standard útgávuni sum gjørligt, og eg havi tí loyvt mær at steingja fyri teimum eyka funkum sum vit allíkavæl ikki brúktu serliga nógv. Nevniliga skipanin við teldupostlistum, umframt møguleikan at senda inn tilfar gjøgnum teldupost.
Hetta eru funkur sum liggja uttan fyri standard Drupal, og sum mennararnir av teimum tí skulu dagføra til nýggjastu útgávu, eftir at hon er offisielt útkomin. Tað vísir seg altíð at taka rættiliga tíð (vurderi einar 3 mánaðir); og eg haldi tað tí vera líka lætt at sløkkja fyri teimum, tá ið vit allíkavæl ikki brúka tær. Skuldi tørvurin víst seg seinni, so ber til at leggja tað inn aftur.
Annars vísir tað seg at hatta við at senda inn í telduposti ikki er so neyðugt sum vit kanska hildu. Fleiri og fleiri fartelefonir hava jú internet, og tá er tað lættari bara at fara beint á svimjing.com og skriva, enn at skula gera okkurt heilt ørvísi í sínum teldupost-forriti. Og hitt við teldupostlistum, well tað var altíð ein rættiliga nørdut loysn 🙂
Sigið endiliga frá um okkurt ikki riggar sum ætlað. Hesar avmarkingar burdu yvirhøvur ikki ávirka restina av skipanini; men man veit jú ongantíð við teldum.
Venjaraskeið komandi vikuskifti
Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so skipar SSF nú fyri venjaraskeiði fríggjadagin og leygardag 4. – 5. januar 2008. Skeiðið umfatar byrjunarupplæring í svimjing: “Hvussu læra vit børnini at svimja?”. Hetta er skeið sum tey bæði Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava mennt og gjøgnumført tvær ferðir við fólkaskúlalærarum, við støði í norsku merkjaskipanini.
Pál Joensen er ársins ítróttarnavn
Pál Joensen varð júst nú kosin at vera ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007, í stóru kappingini “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Hann varð klárt á odda við 2267 stigum. Katrin Olsen varð nummar tvey við 1566 stigum, og Elspa Mørkøre varð nummar trý við 1164 stigum. Til lukku tit trý 🙂
Elspa heim at kappast í januar?
Kringvarpið skrivar her at Elspa skal kappast í 200 blandað nú leygardagin í Esbjerg. Hetta er sum kunnugt greinin har hon fyrr í desember var sera stutt frá at seta danskt juniormet. Og rættiliga áhugavert, so skriva tey eisini, at “gongst sum ætlað, verður Elspa Mørkøre við í kapping her heima fyrst í nýggja árinum”
Hyggja vit í kalendaran hjá SSF, so er kapping her heima annaðhvørt HS-stevnan 13.-14. januar, ella ‘føstulávints-kappingin’ í Klaksvík tann 17. februar. Altso um talan skal vera um kapping ‘fyrst í nýggja árinum’, tí eftir tað er steðgur í kalendaranum inntil FM í apríl.
Landsliðslega í Íslandi nú fyrst í januar
Landsliðsvenjarin Brian Marshall bjóðar nú sambært ssf.fo til fyrstu landsliðslegu í Íslandi, at verða vikuskiftið 4. til 6. januar 2008. Úttikin eru Shaila millum Garðarnar, Bjørg Seloy, Pál Joensen, Kári á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr. Tey fara úr Vágum fríggjadag 4. januar og koma so aftur mánadag 7. januar. Úttiknu svimjararnir hava fingið beinleiðis bræv við nærri upplýsingum um ferðina.
Gleðilig jól
Nú er vónandi friður av svimjingini í nakrar dagar, meðan vit royna at styrkja okkum við dunnu og gás og rís a la mande. Um tit allíkavæl mangla okkurt at gera um jólini, so kunnu tit til dømis hyggja at hvat Ottar í Hjøllum fæst við um dagarnar, sum ferðaleiðari og skíðinstruktørur í Zell am Ziller.
Franskmenn sett nýtt heimsmet í 4×100 frí
Fabien Gilot (46.54), Gregory Mallet (47.26), Romain Caffet (48.29) og Fred Bousquet (46.20) hava við tíðini 3:08.29 sett nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá monnum í 25m hyli. Sviar áttu gamla metið á 3:09.57. Lesið her á SwimInfo.
Elspa til Miami í februar
Sportal.fo skrivar her stutt um avgerðina hjá Elspu at flyta niður at venja í heyst, og nú at skifta til danska svimjing. Tey vita at siga at hon fer til Miami á 14 daga venjingarlegu í februar, og at hon nú 29. desember skal luttaka á stórari stevnu í Esbjerg. Kanska hetta verður møguleikin at seta danskt juniormet, sum tey hava skrivað um á sport.fo.
Elspa verður donsk
Sosialurin skrivar í kvøld at Elspa nú skiftir til at svimja fyri danska svimjilandsliðið. Orsøkin er at hon gjarna vil til OL, ið sum kunnugt ikki ber til við føroyska landsliðnum.
Støðan er í løtuni tann, at Elspa umvegis danska svimjisambandið hevur søkt um at fáa loyvi sítt flutt til Danmarkar, so at hon framyvir kann kappast fyri Danmark heldur enn Føroyar. SSF hevur játtað hesum, og í løtuni bíðar hon tí mest eftir at fáa staðfest nær 1 ára karantenutíðin gongur út. Møguliga kann hon kappast fyri Danmark longu á HM í Manchester í apríl.
Tit mugu annars lesa greinina í Sosialinum, tí hon lýsir rættiliga greitt og gjølla teir trupulleikar sum føroysk toppítróttarfólk hava at dragast við. Sovorðið sum at vit ikki hava nakra strekta miðnámsútbúgving, til at gera tað lættari hjá ungum fólki at venja og ganga í skúla í senn. At vit ikki hava nakað veruligt elituítróttarumhvørvi at bjóða teimum, og eiheldur nakra Team Danmark líknandi skipan til at gera tað fíggjarliga og menniskjaliga forsvarligt at brúka so nógva tíð uppá ítrótt, sum ítróttur á hægsta stigi krevur.
Síggi nú at greinin er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Sosialinum. (Ná, ikki longur)