Pál hevur beint nú svomið 400 frí í tíðini 3:50.71, sum er næstan 4 sekunds betring av hansara føroyska meti á 3:54.64 frá NJM í Havn í desember. Kári J. á Høvdanum royndi eisini eftir sínum føroyska meti í 50 rygg í morgun, men varð tíverri eitt vet ov stuttur. Kári svam 27.02, har metið er 26.83.
Teir 400 hjá Pál vóru annars merktir av einum hørðum útleggi hjá Pál, sum síðani so líðandi varð yvirtikið av meksikananum Luis Escobar. Teir høvdu ein góðan dyst eina løtu, til Escobar fór frá Pál og endaði við at svimja eitt lítið sekund skjótari… sum var líka við at vera nóg gott til at seta meksikanskt met!
Tað skal ikki nógvur roknikunnleiki til at kunna rokna út nú, at Pál burdi kunnað svomið eisini undir 15 minuttir í 1500 frí. 4 sekunds betring í 400 frí burdi kunnað viðført minst 10 sekunds betring í 1500 frí, serliga tá ið man hugsar um at Pál er betri á longra teininum.
Og puha sum hatta var gott at síggja. Einki stuttligt at føla seg skula skriva okkurt, tá ið tað ikki gongur heilt eftir vild 🙂
vil gjarna ynskja Pál eitt stórt tilukku vid metinum, ótrúligt at tú klárar at blíva vid at gera met. tú ert fantastiskur. eisini eitt stórt herdaklapp til Kára bert harmiligt at tú vart hatta petti fra metinum i 50 rygg men tó flott svomi i 100 rygg og tilukku bid metinum.
Tíverri var eg upptikin á arbeiðnum, so eg fekk ikki sæð riðilin á eurosport.se. Kanska verður tað víst á SvF ? (…as if).