Útvarpið sendi í gjár frá ÍF-HB dystinum. Í pausuni tosaðu teir um komandi landsdystin millum Portugal og Føroyar. Jóannes Jacobsen segði, at aðrastaðnis er tað ein sjálvfylgja at venja og eta rætt, og at proffarnir hava tvey treningspass um dagin og nógva hvílu ímillum. Jóannes helt ikki, at man kundi krevja hetta av timburmonnum (les. landsliðsspælarar). Men hann segði eisini, at føroyskir fótbóltspælarir kundu lært nógv av svimjingini og aðrar einstaklingagreinir, har fólk – uttan samsýning – venja 30 tímar um vikuna, meðan dýrt betaltir fótbóltspælarir bara venja 5-6 tímar um vikuna “…og føra seg fram sum stjørnir”.
Fótbóltslandsliðið er farið tvey stig niður á FIFA ranglistanum og hevur sostatt sett nýtt botnmet. Vit eru næstniðast í Evropa (takk og lov fyri San Marino), og bara fýra pláss frá botninum.
Eg fari beint at keypa mær eina landsliðstroyggju.
http://www.fsgc.sm/sources/template.asp?id=1492
Sosialurin hevur haft eitt prátt við landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen um støðuna í føroyskum fótbólti, og hann er av somu hugsan sum Jóannes. Hann sigur, at teir ungu spælarnir skulla læra at ýta fyrst áðrenn teir byrja at krevja. Nevnd verður eisini at pengarnir í føroyskum fótbólti kunna vera ein orsøk, hví spælarir ikki søkja aðrastaðnis og mennast.
Nú vil eg ikki hanga so nógv í fótbóltin, men eg ivist stórliga í, um pengar høvdu spilt føroyskar svimjarar. Høvdu ítrottarfólk í Føroyum verði lønt fyri avrik hevði svimjarnir í heila tikið verið væl fyri.