Føroyska svimjiárið byrjar offisielt tann 1. september á hvørjum ári, og dagurin í dag er tí dagurin tá ið vit skifta til nýggja bólkabýtið. Gomlu metini í bólki 1, 2, 3, 4 og 5 verða nú fryst og arkiverað, og skift verður so til eina meira altjóða skipan, við ‘seniorum’ og ‘juniorum’, umframt trimum yngri aldursbólkum. Størsti munurin er tó, at aldursbólkarnir nú eru forskotnir, so at gentur fyrr koma í ein ávísan bólk, enn dreingir.
Bólkarnir eru í ár:
- Senior: Gentur árgang 92 og eldri, dreingir árgang 90 og eldri
- Junior: Gentur árgang 93-94, dreingir árgang 91-92
- Bólkur 1: Gentur árgang 95-96, dreingir árgang 93-94
- Bólkur 2: Gentur árgang 97-98, dreingir árgang 95-96
- Bólkur 3: Gentur árgang 99 og yngri, dreingir árgang 97 og yngri.
Meistarastevnan fyri juniorar (“UM”) verður avgreidd í innleiðandi partinum av FM, og ein onnur SmáUnglingaMeistarastevna (“SUM”) verður so fyri bólk 1, 2 og 3. Árið í ár verður eitt ár við nógvum juniormetum, við tað at tey byrja við einum ‘blankum’ arki, meðan seniormetini nokk eru kend allíkavæl (tað eru tey bestu yvirhøvur). Føroysk met verða ikki skrásett fyri bólk 1, 2 og 3, men ein ranglisti verður gjørdur hvørt árið.
Sí annars t.d. susvim.com