Hetta er yvirskriftin í stórum átaki hjá Havnar Svimjifelag, at fáa til vega venjarar til nýggja og spennandi svimjiskúlan, sum tey eru í ferð við at byggja upp. Tey adoptera ta skipan við skeiðum og svimjiskúla sum Svimjisamband Føroya og Landsmiðstøðin við Svimjiskúla Føroya hava sett í verk, og víðka so við at bjóða sínum nýggju venjarum ein pakka her og nú, har tey fáa útbúgving og royndir og lønt arbeiði, alt í einum.
Skipanin hjá Havnar Svimjifelag er tann, at tey týskvøldið tann 9. september byrja eina skeiðsrøð fyri sínum nýggju venjarum, ið so byrja sum venjarar umleið tann 15. september. Skipað verður fyri skeiði fýra týskvøld á rað, har pensum er sum á grundleggjandi skeiðunum hjá Svimjiskúla Føroya, og krúddað so verður við ráðlegging og eftirmeting av teimum venjingum sum eru millum teoritímarnar. Tað verður undirritaði sum kemur at hava hesi skeiðini, sum partur av undirvísingartoyminum hjá Svimjiskúla Føroya; og úrslitið verður so at enda, at tey hava lokið sama skeið sum tey annars kundu hava tikið sum vikuskiftisskeið hjá Landsmiðstøðini ella Svimjisamband Føroya.
Hetta grundleggjandi skeiðið er um gongdina frá vatntilvenjing til grundleggjandi svimjing, og seinni verður so mest sannlíkt skipað fyri líknandi skeiðsrøð í víðkaða skeiðnum hjá Svimjiskúla Føroya, sum er um kappingargreinarnar firvald, rygg, bringu og frí. Hartil fer felagið at skipa fyri kvartárligum temadøgum til sínar venjarar, har tey fara at fáa íblástur frá m.ø. danska Nikolai Nordsborg, sum er PhD í ítrótti við svimjing sum sergrein. Av sonnum ein ambitiøs ætlan, hjá Havnar Svimjifelag.
Um tú hevur hug at hoyra meira um hetta, so kanst tú senda ein teldupost til info [kurla] hs.fo, ella ringja til Sigurd Lamhauge á fartlf nr. 229445. Sí eisini viðfestu plakat, sum varð hongd upp á Læraraskúlanum, í sambandi við at vit í dag høvdu kunningarfund har. Umframt ’tilboðið’ til nýggju venjararnar, og eina lýsing av hvussu tey ætla at hava svimjiskúlan. Ella hygg á www.svimjiskulin.com, har eg eri í ferð við at seta upp eina lýsing av øllum hesum svimjiskúlahugtakinum.
Sigurd sendi mær tvey skriv afturat, at leggja út her. Eitt sum nærri lýsir hvat Havnar Svimjifelag vil bjóða sínum venjarum, og eitt sum lýsir sjálvan svimjiskúlan hjá teimum.
Skrivaði av óvart http://www.svimjiskulin.fo omanfyri, sum nú er rættað til http://www.svimjiskulin.com. Akkurát sum um at eg havi ráð til .fo-adressur 🙂