Pál sett trý met á øðrum degi av Danish Open 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Pál Joensen er av sonnum væl fyri, nú tey kappast á donsku meistarastevnuni í Esbjerg. Fyrst svam hann seg til finalupláss í morgun, við at svimja 200 frí í tíðini 1:51.91, har føroyska metið hjá honum frá Reykjavík International í januar var 1:53.53. Og síðani vann hann bronsuheiðursmerki í finaluni nú seinnapartin, við at betra um metið frá í morgun til 1:50.04. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var splitt-tíðin eftir 100 metrum eisini føroyskt met, 53.55 sekund, har metið hjá Kristani Olsen frá HM í Melbourne í 2007 var 54.43 sekund. Altso trý føroyskt met til Pál, annan dag á DM, umframt eitt í 400 frí í gjár.

Elspa Mørkøre svam eisini væl, tá ið hon fyrst kvalifiseraði seg til hálvfinaluna í 100 rygg í morgun, og síðani nú seinnapartin svam seg trygt í finaluna í morgin, báðu ferð við næstbestu tíð av øllum. Hjá henni er tað tó tíðin sum telur, við tað at hon skal royna at svimja 1:01.86 ella skjótari, um tað skal verða hendan greinin sum fær hana við danska landsliðnum til HM í Rom. Í morgun var tíðin hjá henni 1:02.74, og nú seinnapartin 1:05.38; men í morgin verður hon garanterað skjótari.

Elspa býr sum kunnugt í Esbjerg, har hon venur við WestSwim og hoyrir til danska svimjisambandið, eftir at hon skifti svimjitjóðskap fyri nú skjótt nøkrum árum síðani. Ein annar fullblóðsføroyingur býr eisini í Esbjerg, nevniliga Frans Johannesen, sum hevur føroysk foreldur og tó so hoyrir til danska svimjisambandið. Hesin ungi drongur hevur nú eisini av álvara gjørt vart við seg, eftir at hava kvalifiserað seg við danska landsliðnum til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag í summar, fyrst í 400 frí í gjár, og síðani í 200 frí í morgun. Báðu ferðir við heilt avbera góðum tíðum, 4:02.24 í 400 frí og 1:55.30 í 200 frí.

Restin av føroyingunum klára seg eisini væl, um enn tey ikki beint nú røkka til finalupláss ella kravtíðir sum tey ikki longu hava rokkið. Shaila millum Garðarnar setti í morgun persónligt met í 100 frí við tíðini 1:00.25, Jón Hofgaard persónligt met í 100 bringu við tíðini 1:13.59, og 13 ára gamla Poula Mohr persónligt met í 100 rygg við tíðini 1:14.89. Bara Mona Simonsen var heldur óheppin, tá ið hon endaði á einum 9. plássi í 800 frí, við tíðini 9:25.32, har bara 8 sleppa í finaluna.

Fylgið annars við á www.susvim.com, www.fsvim.com og www.svimjing.com, har vit royna at dekka kappingina sum frægast, við úrslitum, viðmerkinum og øðrum góðum.

Vegna SSF
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754

2 thoughts on “Pál sett trý met á øðrum degi av Danish Open 2009”

  1. Hugaligur lesnaður á susvim.com, nú ‘man’ veit at projektið við Rein Haljand netupp hevur havt við serliga vendingarnar at gera, tá ið tað kom til Pál …

    HALLÓ eg var líka við at gloyma nakað, vendingarnar hjá Pál eru nú ein klassa betur enn tær hava veri. Í morgun tá ið hann og næstan 2m langi X-heimsmeistarin Jacob Carstensen svumu 200m innleiðandi, tá spældi Pál við Jacob í vendingunum, hann smurdi hann av í hvørjari vending…åhhh sum tað var hugaligt at síggja. Eg vildi ynskt at eg hevði eitt gott videotól til at taka 1500m upp á band við, tí tað verður ohhh sooooo gott at síggja teir báðar Mads & Pál

    http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=27299&number=17&width=

  2. Rúni Gaardbo vísir á, at Pál eftir øllum at døma eisini setti føroyskt met í 200 frí, tá ið hann svam finaluna í 400 frí. Tað vil siga, at hann til nú hevur sett 5 met, heldur enn fýra 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.