Hugleiðingar meðan vit bíða eftir Jaked

Klokkan er nú hálvgum níggju her í Rom, og eg telji eini 25 fólk í køini til Jaked draktirnar. Tey lata fyrst upp klokkan 10, men her sótu eini 8 fólk longu tá ið Birita kom framvið klokkan kvart í 8, og tað var tí sikkurt líka so gott at fara í køina beinanvegin. Birita er í hylinum og venur einar 1000 metrar, og eg havi so tikið hennara kort við her í køina. Vit satsa uppá at hon kann sleppa higar út uttan sína akkreditatión, um hon er í fylgi við onkrum av hinum føroyingunum.

DSC_0147

Hetta við superdraktunum er eitt sirkus, sum øll tó tykast at bara smílast at. Vit vistu at tað fór at vera so, við langum køum og trupulleikum at fáa akkurát røttu drakt. Og nú vita vit enntá øll, at hetta er um ikki eingangstilfeldi, so eftir øllum at døma ein av síðstu ferðunum, at superdraktirnar hava so nógv at siga. EM í Istanbul í desember verður nokk nakað líknandi, har øll mugu hava akkurát røttu drakt, til at seta met sum verða torfør – um ikki hopuleys – at taka longu tann 1. januar, tá ið draktirnar eftir øllum at døma verða forbodnar.

Tað er eftirhondini eingin ivi um, at draktirnar gera mun, og at summar draktir gera meira mun enn aðrar. Ella eisini er tað eitt ófatiligt ‘hype’ sum Lord og onnur hava klárað at skapað um hesar Jaked draktir, síðani fólk sita í kø í 3 tímar (tað hoyrdi eg akkurát hendan puertorikanaran við síðuna av mær siga), til at fáa hesar, heldur enn eina av hinum. Framleiðarin Orvar Aquazone tímir ikki ein gang at lata upp, hóast hann er beint við síðuna av Jaked básinum. Og Speedo følir eisini svian, her ovast í trappuni, við tað at har allatíð er fult av fólki uttanfyri teirra bás… sum standa í kø oman gjøgnum trappuna, til Jaked.

DSC_0146

Arena X-Glide (ella R-evolution) er eisini ein spennandi drakt; men har hevur verið stongt líka til nú, leygarmorgun sum HM kappingin byrjar í morgin árini. Tey lata vist nokk upp kl 10 í morgun, men eg havi altso valt hesa køina fram um at standa einsamallur frammanfyri teirra bás, eisini hóast eg eri so gott sum 100% vísur í, at Jaked her ikki hevur røttu stødd til Biritu, og eg tí má velja støddina sum er eitt nummar ov stórt. Tey søgdu at rætta stødd kemur í morgin árini ella mánamorgun, og vit velja tí at taka hesa stødd 22, í vón um at kunna býta um aftur í morgin (tað søgdu tey at man kundi, um bara man ikki hevði verið í hylinum við draktini).

Ókey, hvørji fólk eru her? Her situr nøkur úr Puerto Riko, sum eg kundi hugsað mær sótu eitt sindur tættari undir lúkuni, til at umganga av ov nógv troðka seg inn í millum. Ein úr Barbados, og nakrar gentur úr Filippinunum. Hartil tveir sum siggja nokk so japanskir út. Tey spæla øll kort, saman, rættiliga multietniskt. Til høgru fyri meg situr ein japani og lurtar eftir tónleiki í stórum oyramikrofonum, og síðani ein meksikansk við iPod. Frammanfyri ein úr vist nokk Puerto Riko, sum spælir okkurt áhugavert telduspæl, vist nokk á iPhone, har hon sær nakrar stáplar av blokkum, sum hon so so skjótt sum gjørligt skal telja saman. Nú er Birita eisini komin, og hevur sett seg ímillum meg og hesa við telduspælinum.

Síðani situr ein kólsvartur úr Angola, og so upp gjøgnum trappurnar nakrir afturat úr Angola, einir tveir úr Japan, ein úr Brasil, ein úr Meksiko, og onkrir leiðarar ovast við Gucci taskum. So síggi eg ikki longur. Ein av teimum úr Angola gløðir í eina Nokia N95, og ein av japanunum í trappuni hyggar sær við eini Sony PSP spæliteldu. Ein japani gongur og ber vatn til teir sum sita, og onnur ganga eisini til og frá hinum sum sita, at práta. Onkuntíð sníkir onkur filippini seg inn í rúgvuna frammanfyri meg; men eg tími ikki at stressa um tað, so leingi sum talan er um dreingir sum eru størri enn Birita. Vit kappast jú ikki um somu drakt, og hartil havi eg longu lopið um sjálvur, í áðni, fram um japanan við oyrabollunum og gentuni úr Meksiko (simpult hen tí at vit sótu ov spjadd, og tað tí var vandi fyri at ein rúgva knappliga kundi vera frekari enn eg, og kroysta seg framum okkum øll).

DSC_0144

Hetta er altso eitt sirkus sum vit hava roynt í gjár og fyrradagin, og sum vit heilt víst skulu royna aftur í morgin. Tað er ein troyst at vit enn kunnu sita, nú ein tími er eftir, so at Birita ikki møðist ov nógv. Og at vit eru inn ímóti vegginum, so at rúgvan ikki kann troðka okkum út frá og úr køini, tá ið upplatingartíðin nærkast.

Litava framvið, og her á gólvinum standa tveir eysturríkarar og tosa saman. Har kom Kina eisini framvið, í flipflops sum larma. Síðani trý úr Hong Kong, fleiri kinesarar, enn fleiri kinesarar, flip flop, flip flop. Jaked básurin er í eini gongd sum førir runt um umklæðingarrúmini, út í HM hylin, og tí er eitt slag av ferðsluæðr, so leingi sum køin loyvir tí. Har komu einir 7 amerikanarar eisini, men skomm at siga frá, so veit eg ikki hvørjir teir vóru. Birita fór líka at kanna um Arena hevur opið enn. Har kom ein leiðari úr Singapore, í kovboyhatti og við stressmappu. Ein úr Dominikansku Republikkini proklamerar á T-shirtini at “I’m from Earth”, og setur seg frammanfyri okkum í køini, at práta. Hann er væl størri enn Birita, og situr hartil í útjaðararnum av køini, so eg stressi ikki. Ein annar setur seg eisini, og harvið er við at gerst fult frammanfyri okkum, við bara einari gentu sum kann kappast við Biritu um drakt, og so annars stórum monnum.

Klokkan er 8. Ein tími er til Jaked letur upp. Ein úr Kekkia tekur sær vatn, meðan tríggjar úr Singapore ganga upp gjøgnum trappurnar. Kekkin setur seg yvir við vesihurðina at umhugsa um hann skal sníkja seg upp í køina. Jón Bjarnason kemur spákandi og stórsmílist. Fimm risastórir ukrainar ganga framvið, harav ein er kvinna. Nakrir bretar. Ein blámaður í UNICEF t-shirt. Nakrir japanar í svimjibuksum. Tveir ísraelskir svimjivenjarar møta Kuwait venjarum og svimjarum í trappuni. Ein eldri dama úr Grenada. Tveir úr Uruguay og ein úr Rumenia. Ein genta úr Aserbadjan og øv, ein genta í Arena blusu sum setur seg undir liðini á Biritu. Hon er umleið samu stødd sum Birita.

DSC_0145

Bjarnason tekur Speedo draktina hjá Biritu við til FINA at merkja. Trí úr Írlandi tøffa upp gjøgnum trappuna, og løtu seinni koma eini 8 úr Fiji oman gjøgnum hana. Síðani fyrsta italska hjálparfólki sum eg havi sæð her í langa tíð. But don’t worry, tey koma her tá ið tað veruliga nærkast, at gera manngarð um okkum sum eru tættast við lúkuna. Ein úr Kolombia drillar tann úr Barbados, við at vísa sína Jaked tasku fram. Ein eldri harri í Diana blusu kannar nær Jaked letur upp. Klokkan er 8:09. Ein klænur fýrur í sólbrillum proklamerar eisini at “I’m from Earth”, hóast hann illa kann vera úr Dominikansku Republikkini, so hvítur sum hann er. Ein gubbi við fjallstavi heilsar uppá ein afturat úr Puerto Rico, sum hevur sett seg enn meira uttarliga í fremstu røð her. Nú er veruliga við at fyllast, og larmurin er øgiligur. Her kom ein frá Mizuno, at tosa við japanan undir liðuni á mær, sum nú roynir at køla seg við eini viftu. Eg skilji ikki málið, men kann gita at Mizuno maðurin roynir at fáa hann at umbestemma seg, viðvíkjandi Jaked.

Nú er nokk tíð at sløkka telduna, og reisa seg upp. Klokkan er 8:13, so nú verður skjótt so fylt, at teldan kann taka skaða í rokanum. Beinini sova eisini totalt, sum eg havi sitið við teimum yvir kross, her á gólvinum. Ein úr Japan avloysir hin við oyrabollunum. Trý úr Guam ganga oman gjøgnum trappurnar, meðan Birita fer eftir vatni. Afturkomin fortelur hon mær, at køin nú er allan vegin forbí allar básarnar, uppi yvir trappuni her. Nakrir He-Men í handklæði stilla seg yvir í hornið at kóla at køini, meðan teir skifta í vanlig klæðir. Har komu nakrir russarar framvið. Síggi nú at hasir He-Men’irnir vóru úr Grikkalandi, so tað skal kanska broytast til “griskir gudar”. Martina Moravcova úr Slovenia smílist, nú ið hon skeitir yvir á okkum. Gólvið er marmor her, so tað er nokk so behagiligt at sita á, eisini eftir 1 tíma og 3 korter. Bjarnason roynir at taka eina mynd av okkum, men luftfuktigheitin er so ógvuslig, at fototólið allatíð døggar. Hann sjálvur úr Gibraltar skundar sær oman gjøgnum trappurnar, sum vit eisini møttu á Álandi. Irakiska liðið heilsar uppá onkran her. Ein flott meksikansk genta í nalvablusu og stuttum hvítum short við áskriftini “Love” sníkir seg inn í køina. Aftanfyri Biritu, so tað bilar einki.

Hálvur tími eftir. Birita tekur nakrar myndir av trunkanum, og eg skundi mær at taka nakrar eisini. Men nú er alvorliga tíð at pakka allar tekniskar greiðir niður, áðrenn hordurnar fara at troðka. Vit hoyrast seinni, “over and out”, klokkan 08:34, bara 26 minuttir áðrenn Jaked básurin letur upp.

PS. 2 minuttir eftir kom sjálvur Amaury Leveaux framvið, men eg náddi ikki at taka mynd ella video, nú alt var í taskuni. Og Hanna-Maria Seppala. Og Bjarnason fortelur at Phelps eisini kom framvið mannamúgvuni, umleið tá ið básurin lat upp, og mátti sláa fólk við ‘kick board’inum til at fáa tey at flyta seg. Grisku gudarnir troðkaðu seg knappliga inn í trunkan, sum skapti eina ávísa ónøgd. Vit fingu onga Jaked drakt í stødd 20 ella 22, men daman lovaði at stødd 20 fór at vera har í morgin kl 08. Kempaðu okkum út og niðan til Arena, har vit sloppu beint til diskin. Tey fara at hava X-glide í stødd til Biritu í morgin seinnapart, so nú gongur tað lukkutíð alt upp. Upp kl 6 og beint avstað í taxa, til at yvirhála tey sum velja bussin. Matpakka við, og so bíða spennt eftir okkara stødd 20, tá ið tey lata upp kl 08:00.

One thought on “Hugleiðingar meðan vit bíða eftir Jaked”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.