Leif Mohr stuðlar Pál Joensen

Tíðindaskriv frá P/f Leif Mohr

Í ár hevur P/f Leif Mohr 75 ára stovningardag, og í tí sambandi hevur fyritøkan valt at stuðlað svimjaranum, Pál Joensen. – Pál er ein stór fyrimynd hjá ungdóminum, tí hann er miðvísur og til reiðar at arbeiða hart, sigur Leivur Holm, stjóri.

DSC04422

Seinnapartin í dag hevði P/f Leif Mohr bjóðað inn til móttøku og tíðindafund í LM-handlinum, tí fyritøkan vildi gera nakað serligt burturúr, at hon í ár hevur 75 ár á baki. Millum annað var lagt út við at stuðla unga vágbinginum, Pál Joensen, við einari upphædd.

– Vit hava valt at gjørt eina avtalu við úrmælingin, Pál Joensen, tí hann er eitt gott dømi um, at við miðvísari ætlan og hørðum arbeiði kann ein røkka langt. Tað er umráðandi at vísa á týdningin av at seta sær mál og at arbeiða hart fyri at røkka teimum. Og kanska verður hetta árið, tá hann kemur heilt á ovastu rók, sigur Leivur Holm, stjóri.

DSC04462

– Pál er soleiðis ein fyrimynd fyri føroyska ungdómin, og harvið eisini fyri stóran part av starvsfólkunum hjá Leif Mohr. Felagið Leif Mohr er við 75 árum ikki nakar unglingi í árum, men við samstarvinum við Pál vilja vit vísa á, at vit enn eru ein sterk fyritøka við miðvísum ætlanum, sum røkka langt inn í framtíðina.

Betri møguleikar

Pál Joensen er sjálvur sera fegin fyri stuðulin, og hann er serliga ovfarin av, at P/f Leif Mohr vendi sær til hansara við tilboðnum um stuðul.

– At teir koma til mín, haldi eg vera øgiliga flott, tí við einum nýggjum høvuðsstuðli fái eg heilt aðrar møguleikar, enn eg annars vildi havt. Nú havi eg nakað at liva av, so eg fái givið svimjingini betur pláss, uttan at eg skal hugsa so nógv um tað, sigur Pál, sum eisini í ár hevur nógvar spennandi uppgávur fyri framman.

Talan er bæði um EM á langbana og HM á stuttbana, umframt fleiri aðrar kappingar. Hinvegin verður heldur minni gjørt við venjingarlegur í ár, samanborið við í fjør, men onkur verður kortini.

– Longu í apríl skal eg til Suðurafrika at kappast, og harumframt eru onkrar aðrar kappingar á langbana, sum minna um World Cup-kappinginarnar. Og so síggi eg sjálvandi eisini fram ímóti EM- og HM-kappingunum. Alt hetta kann eg nú fyrireika meg til í friði og náðum, tí eg havi fingið bestu umstøður til tað, sigur Pál Joensen, ið væntar sær nógv av 2010.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.