Davies ferdigur á bretsku úttøkustevnuni

Bretski David Davies var longu forhondsúttikin til Commonwealth Games í oktober mánaða, og fór tí fullkomiliga óniðurtrappaður til bretsku úttøkustevnuna í Sheffield, sum er í hesum døgum. Ætlanin var at hann skuldi fokusera uppá havsvimjing í summar, og stóri spurningurin var so um hann fram til OL í London í 2012 skuldi venja ímóti havsvimjing ella hyljasvimjing, nú hann hevur so góð evni til bæði. Men á úttøkustevnuni endaði hann uttanfyri finaluna í 400 frí, sum 11. maður har bara 10 sleppa í finaluna. Og síðani mátti hann nú melda avboð til 1500 frí leygardagin, tí hann er fullkomiliga útlúgvaður.

Davies er forsvarandi meistari í 1500 frí frá seinastu Commonwealth games, silvur vinnari frá EM í Eindhoven í 2008, HM í Manchester í 2008, og silvurvinnari í 10 km havsvimjing á OL í Beijing í 2008. Eitt greitt boð til heiðursmerki hjá bretum; men nú er hann so farin heim at hvíla seg í eina viku, áðrenn hann byrjar venjingina aftur, og eftir øllum at døma áðrenn læknar fara at kanna, hvat tað er sum er galið við honum. Hann ætlar sær enn at verja sín tittul sum Commonwealth meistari í 1500 frí, tá einaferð í oktober; men venjarin sigur longu nú, at tað er vist at hann ikki fer at kappast í ætlaðu havsvimjingini í summar. Les her á SwimNews.com

4 thoughts on “Davies ferdigur á bretsku úttøkustevnuni”

  1. Sum kanska skal kallast superdraktsyndrom…. seinasta ár fór hann í eina Blue70 og skar uml. 5 sek av sínari 400m tíð, skal tað kanska ikki síggjast aftur nú? Mentalt eiga menn at fyrireika seg ótrúliga væl nú tað bert eru kvinnur sum enn hava core stabilizer, “anti delleryster” og hvat veit eg. Tað sær ein sera væl til eitt nú DM.
    Chris Christensen kemur sum einasti maður undir kravtíðina til EM, og tað í allar seinastu roynd. Hann skrivaði á Facebook mánadagin “lortestævne” Tað eigur at siga eitt sindur hjá teimun sum kenna hann.

    Fáa okur somu trupuleikar við at klára kravtíður…? Vónandi eru menn fyrireikaðir uppá at tað verður hart, og ikki fara niður við nakkanum.

    1. Hann skrivaði á Facebook mánadagin “lortestævne”

      Tað ljóðar annars á hasum har Lars & co, sum um alt er sirka super. Men tað er ringt at fyristilla sær, tá ið man situr her í Føroyum og sær hasar tíðirnar.

      Gott at onkur loysir frá posabandinum … og ja, latum okkum so koma víðari og hugsa konstruktivt 🙂

      1. Sum Leifi (Aalborg) sigur so gott í samrøðu við hatta konufólki sum ger samrøður við fólk til DM, at hann trýr at menn koma aftur, tað eru taktiskar og tekniskar justeringar sum vanta, so kemur tað heila upp á sama støði sum fyrr.
        Men so skal kanska sigast, at teir vaksnu sum ikki svumu skjótt áðrenn trylledraktirnar komu, teir fara neyvan at gera tað nú tær eru vekk 😉

  2. Post-competition-tapering …

    Renshaw, meanwhile, believes that the best thing for Davies is a rest that may extend to two weeks. “It’s the first really big lull in his career, how he feels, since he’s been swimming at top flight for the past seven years. There was no point in putting him through this here. He’ll have a rest and then we’ll take it from there. We’ll still have 26 weeks or so to Commonwealths.”

    http://www.swimnews.com/news/view/7568

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.