American Academy of Pediatrics (AAP) viðmælir nú at børn undir 4 ár læra at svimja, til at umganga syrgiligar druknivanlukkur. Til nú hevur hesin stovnur frámælt at so ung fáa frálæru, tí at hildið varð at tey vóru ikki nóg motorisk búgvin. Men nú vísir nýggj gransking at frálæra her í praksis kann minka um talið á druknivanlukkum við 88 prosentum. Les her og her á cnn.com.
Drukning er næststørsta orsøk at børn millum 1 og 19 ár doyggja í USA, staðfestir frágreiðingin frá AAP, umframt at ein onnur kanning hjá U.S. Consumer Product Safety Commissions staðfestir at børn millum 1 og 2 ár umboða 53% av øllum deyðsvannlukkum millum børn undir 15 ár. CPSC hevur tí lanserað heimasíðuna www.poolsafety.gov, til at minka um hesar druknivanlukkur ið við fyrivarni kunnu umgangast.
Orsøkin til at serliga heilt smá børn drukna, er at tey sambært Safe Kids USA hava so mikið høgt tyngdarpunkt, at tey kunnu drukna í vatni sum er bara ein tumma djúpt. Harvið eru jú allir hyljar í prinsippnum vandamiklir.
Ráðini eru, at børn mugu læra at svimja, men eisini at foreldur ikki mugu fata tað at duga at svimja sum at barnið er tryggjað ímóti at drukna. Neyðugt er at hava fleiri løg av trygd, ið tilsamans so gott sum tryggja at eingin druknar:
1. Lær børnini at svimja
2. Hegna inn tínar (svimji)hyljar
3. Lær CPR (hjartamassagu og kunstigan andadrátt)
4. Keyp røttu útgerð (t.e. ikki-uppblásilig flótiútgerð)
Hatta síðsta ráðiði er rættiliga áhugavert, tí tey flestu av okkum foreldur hava sikkurt koyrt til dømis uppblásiligar armringar á børnini, og so hildið at alt stóð væl til. Men hvat nú um barnið reikar eitt sindur frá tær, og luftin so fer úr armringunum? Kork-ringar eru kanska gamaldags, men missa so ikki luftina.
So altso, hendan kanning hjá Archives of Pediatrics and Adolescent Medicine staðfestir, at formell svimjiundirvísing av børnum millum 1 og 4 ár kann minka um talið á druknivanlukkum við 88 prosentum, og at restin so kann so gott sum alt kann klárast við innhegning, rættari útgerð og evni at lívbjarga.