5 føroysk met og 7 juniormet á NMU 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir megnaðu í morgun at seta 4 nýggj føroysk met og 5 føroysk juniormet, á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum hevur verið í Drammen í gjár og í dag. Magnus Jákupsson vann sær hartil silvurheiðursmerki í 50 metra firvaldasvimjing, og bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing.

Felagsmynd1

Fyrst setti Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hann svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 25.90, har juniormetið hjá honum frá Small States stevnuni í Hafnarfirði herfyri var 26.05, og føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar var 26.03.

Síðani setti Cecilia Eysturdal úr Ægir nýtt juniormet í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:41.07, har juniormetið hjá Moniku Biskopstø úr Ægir var 4:41.81, frá Reykjavík International Games í januar í ár. Tíðin rakk til eitt sættapláss av 12 luttakarum í hesi grein á norðurlendsku meistarastevnuni.

So svam Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag seg aftur til føroyskt met og føroyskt juniormet, tá ið hann í 200 metra ryggsvimjing vann bronsuheiðursmerki við tíðini 2:11.26, har føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í 2008 var 2:12.62, og kravtíðin frá heysti 2008 til at kunna seta føroyskt juniormet var 2:11.99.

So setti Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 1:17.08, har føroyska metið hjá Maluna V. Bærendsen frá donsku meistarastevnuni í 2008 var 1:17.30, og juniormetið hjá Tanju sjálvari frá Small States stevnuni í Hafnarfirði herfyri var 1:18.10. Eitt flott fjórðapláss til 12 ára gomlu Tanju árgang 1997, við trimum eldru 1996-arum frammanfyri seg, og fimm 1996-arum aftanfyri seg eisini.

Og at enda sorlaðu tær fýra Cecilia Eysturdal, Tanja Skaalum, Turið S. Christiansen og Guðrun Mortensen føroyska landsliðsmetið í 4×200 metra frísvimjing, við at svimja teinin uppá 9:18.40, har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar, Elspu Mørkøre, Lisbeth L. Joensen og Sáru Ejdesgaard frá íslendsku meistarastevnuni í 2004 var 9:54.55. Ein betring uppá 36.15 sekund, hjá hesum fýra gentum árgang 1996 og 1997, harav tvær fyrst verða veruligir juniorar næsta ár, og hinar báðar í 2012.

Í gjár setti Magnus Jákupsson sum kunnugt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hann vann sær gullheiðursmerki við tíðini 27.68, har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Umframt at tær fýra Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen settu føroyskt met og juniormet í 4×100 metra frísvimjing, við tíðini 4:19.01 har føroyska metið og juniormetið frá Small States 2010 var 4:20.30.

So tilsamans settu hesir ungu svimjarar altso fimm (5) føroysk met og sjey (7) føroysk juniormet, hesar báðar dagar í Drammensbadet í Noregi. Hóast tað gekk eitt sindur upp og niður til tíðir, so er hetta eitt avgjørt góðtikið úrslit, hjá hesum svimjarum sum enn ikki hava rokkið veruligan junioraldur, og tó so seta bæði juniormet og seniormet.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

2 thoughts on “5 føroysk met og 7 juniormet á NMU 2010”

  1. Heiðursmerkjabýti á NMU 2010 (við ávísum fyrivarni)

    Gull Silvur Bronsa
    Svøríki 18 18 11
    Danmark 15 14 13
    Ísland 2 0 0
    Noregi 1 2 3
    Føroyar 1 1 1
    Estland 1 0 3
    Finnland 0 2 8

    Gev tó gætur at eg (Rókur) ikki havi talt eftir sjálvur, og heldur ikki havi tað offisielt frá fyrireikarunum av. Havi bara loyvt mær at endurnýta uppteljingina á http://www.simma.nu, sum enntá hevði feil í viðvíkjandi okkum (tey siga at Magnus vann 1 gull og 2 silvur, men vit vita at tað var 1 gull, 1 silvur og 1 bronsa).

    Hetta omanfyri er tann máti sum vit í Føroyum vanliga meta um innanhýsis styrki. Men í sambandi við NMU er eisini ein onnur skipan til at meta um innanhýsis styrki við at rokna út stig fyri plaseringar. Sum tó fyri okkum ikki er so øgiliga áhugaverd, við tað at vit tá enda aftast 🙂

    1. Svøríki 482
    2. Dannmark 421
    3. Finnland 212
    4. Norge 186
    5. Estland 131
    6. Ísland 87
    7. Føroyar 73

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.