Yang Sun 14:35.43 í 1500 frí

Kinesiski Yang Sun svam fyri løtu síðani 1500 frí uppá 14:35.43, sum er asiatiskt met, og minni enn eitt sekund frá heimsmetinum hjá Grant Hackett frá 2001 á 14:34.56. Hetta er á langgeil, men tó so mikið skjótt, at tíðin eisini er meira enn 2 sekund skjótari enn bestu tíð á stuttgeil í ár, frá tá ið Sebastien Rouault vann World Cup í Stokkhólmi við 14:37.94. Sí úrslitalistan her.


9 thoughts on “Yang Sun 14:35.43 í 1500 frí”

  1. Eg sigi bara einki …

    “China’s Sun Yang derailed the Tae Hwan Park train in the men’s 1500 free with an Asian record of 14:35.43 in the metric mile. Sun demolished his previously top-ranked effort of 14:47.46 from Chinese Nationals, and also far surpassed Zhang Lin’s Asian record of 14:45.84. Sun’s strong time finished second all-time behind only Grant Hackett’s world record of 14:34.56 from the 2001 World Championships, and well ahead of Ous Mellouli’s 14:37.28 from the 2009 World Championships to comprise the sub-14:40 club.”

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/25711.asp?q=Asian-Games:-Sun-Yang-Rattles-Grant-Hackett%27s-World-Record,-Ye-Shiwen-Shines

    1. 800m frí finalan hjá Zhang Lin frá HM’09 har hann morlaði heimsmetið hjá Hacket.

      Men hugsa um tað, hvussu torført er tað at finna ein “Hacket” í Kina, har er so nógv fólk.
      Ok, har er kanska 75% sum ikki duga at svimja, 95% sum ikki eru líka stór sum Hacket, men enn er nógv at taka av, og so við venjarum frá DDR “Aber wir haben auch andere Methoden” sum teir søgde í 80’inum 😉

      Tað verður spennandi næsta ár 😉

    1. Seinasti 100m er á 0:54,40 ?
      Hvat var seinasti 100 hjá Park tá ið hann vann 400m ? (0:55,20)

      Tann 400m var uttan samanlíkning, tann besti í heiminum. Tíðin hjá Thorpe í specialgjørdari fantomdrakt telur als ikki við, og so tíðin hjá Biedermann frá HM’09 í superdrakt var jú totalt hol í høvdið.

      Har er okkurt sum ikki er heilt rætt 🙂

      1. Craig Lord samanber splitt-tíðir her á SwimNews.com:

        The splits compared:

        Hackett: 54.19; 1:52.45; 2:51.29; 3:50.18; 4:48.82; 5:47.45; 6:45.96; 7:44.47; 8:43.05; 9:41.78; 10:40.56; 11:39.51; 12:38.51; 13:37.89; 14:34.56 (56.67)

        Sun: 56.38; 1:55.54; 2:54.20; 3:52.74; 4:51.30; 5:49.92; 6:48.39; 7:47.11; 8:46.09; 9:44.92; 10:44.03; 11:43.00; 12:41.98; 13:41.03; 14:35.43 (54.40).

        The best homecoming splits in history among big medallists in the Perkins/Hackett era:

        • Jensen 2004: (14:45.29): 57.81
        • Davies 2004: (14:45.95): 57.06
        • Mellouli 2008: (14:40.84): 56.26
        • Cochrane 2008: (14:42.69): 55.79
        • Mellouli 2009: (14:37.28): 56.22 (2008 Olympic victory – 56.26)
        • Sun 2009: (14:46.84): 56.33
        • Hackett 2000: (14:48.33): 57.50
        • Perkins 2000: (14:53.59): 58.19
        • Perkins 1994: (14:41.66): 57.22

        http://www.swimnews.com/News/view/8232

      1. Man kundi næstan mistonkt kinesarar fyri at hava lisið splitt-tíðirnar frá høgru til vinstru, ella niðrifrá og upp, ella hvat tey nú gera í Kina.

        “Ha? – var hatta skjóta hjá honum starturin ?!? … hevði eg vitað av tí, so hevði eg *heilt* sikkurt sett heimsmet !!”

        (segði hann rasandi, nú hann hevði brúkt ½ ár uppá at kunna enda 2 sekund skjótari enn normalt)

    1. Tað er nokk so áhugavert at hann kundi svimja so skjótt í móti endanum og hótta heimsmetið hjá Hacket.

      Eg havi so mangan lisi og hoyrt avstraliumenn siga, at tað ikki ikki loysir seg at byrja so varliga. At ein skal “frontloada” ein 1500m tí tú ikki klárar at svimja teg inn aftur á ein sum leggur so hart út sum Hacket altíð gjørdi. Tí er ein í form, so heldur tú pace sum Hacket ger. Tú doyr ikki totalt, hóðast Hacket sær út til at pínast illa við 1400m.

      Yang sær út til at ansa sera væl eftir lactat-akumelering frá byrjan av, og harvið svimja so sum nógvir vilja gera tá ið teir velja at negativt splitta ein 1500m. Hetta er fyrstu ferð at eg síggi tað eydnast so væl. Og hetta var í Jammers, ikki einari Speedo FSII Body suit, sum Hacket svam í.

      Her er video frá HM 2001 í Japan, tá ið Hacket svam seg til tað heimsmet sum enn stendur, aftan á “Super Draktirnar” sorlaðu alt sundur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.