SwimNews.com veit nú at siga frá L’Equipe, at Bousquet góðtekur avgerðina hjá franska svimjisambandinum, at avstralski venjari hansara í USA ikki fær akkreditatión frá Fraklandi til HM í Shanghai.
Hawke verður endurgivin fyri at hava sagt við L’Equipe at hann ikki er samdur við Bousquet um tað sum hann (Bousquet) hevur gjørt, og Bousquet síðani fyri at siga at hann um ikki annað er glaður fyri at tey vilja góðtaka at Hawke er á kantinum hjá honum í Shanghai (um altso Hawke fær akkreditatión onkra aðra staðni frá).
Christian Donzé tekniskur stjóri hjá Fraklandi sigur hetta vera góð tíðindi fyri Frakland, meðan liðleiðarin Lionel Horter meira bersøgin sigur at ‘Eg kann ímynda mær at hann hevur hugsað leingi um hetta, og innsæð at tað ikki er gjørligt hjá honum at gevast við ítróttinum.” Við ískoyti at Bousquet hevur verið ‘klossutur’.
Kelda: SwimNews.com