Um nakar heldur at eg eri eitt sindur sløvur á síðuni her fyri tíðina, so er tað vegna tvey ting: Fyri tað fyrsta tí at Kringvarp Føroya skuffaði meg nakað so ófatiliga í sambandi við HM í Shanghai í summar, og fyri tað næsta tí at eg ikki enn havi ordiliga átalað tað. Tað seinna fáa vit gjørt nakað við 🙂
Fyri tann sum einki kennir til støðuna, so er søgan stutt sagt tann, at Kringvarpið ikki vísti nakran offisiellan áhuga fyri HM í Shanghai, hvørki áðrenn ella meðan vit vóru har. Onkur journalistur fangaði Pál á Facebook í eini pausu tá einaferð, onkur annar fór tá ið eg átalaði hetta í kríggj við meg í persónligum telduposti, við áherðslu at tað ikki var vegna Kringvarpið, og onkur triði royndi á líknandi persónligan hátt at koma í samband við meg gjøgnum Facebook, eftir at rokið við hin fyrra var byrjað. Men EINGIN fór tann offisiellan vegin, við at senda teldupost ella ringja til tær adressur sum vit í SSF høvdu upplýst.
Klandur ja, kann onkur siga, og vit vóru kanska líka góðir um tað. Men nei, haldi eg, munurin er at hóast klandur og ‘kold skulder’ so loystu vit í Shanghai okkara uppgávu, meðan Kringvarpið bara klappaði í. Fornermeraði ella hvat sum tey nú vóru, hóast tey á pappírinum eru tey einastu av okkum sum eru ‘professionell’, við eini av Løgtinginum niðurfeldari ábyrgd at dekka netupp sovorðið sum hetta. Runt eina hending har Pál eftir mínum tykki flutti svimjingina frá at vera ‘bara’ ítróttur, til at vera Føroya søga. Í eini støðu har tey faktiskt høvdu kunnað dekkað tað fult út við tilfarið frá øðrum enn okkum í Shanghai. Og eftir at vit høvdu verið ígjøgnum somu rullu til dømis í sambandi við EM í Budapest.
Eg skilji ikki Kringvarpið longur, og sá helst at onkur lovaði teimum heilt leysum. Tey vita eftir øllum at døma betur enn vit onnur hvat sum er vert at bera sum tíðindi og mentan, so lovið teimum at velja frítt, og lovið okkum at velja frítt eisini. Lovið teimum at seta prísin fyri teirra tilfar so høgan sum tey hava hug til, men lovið eisini okkum at velja tilboðið frá.
Eg skilji ikki at vit hetta farna árið skuldu standa modell til at gjalda fyri til dømis handan stripparan og okkurt kopi av eini reality-sending, meðan ársins ítróttarfólk og ársins tónleikari mátti avskaffast. Eg skilji ikki at man kann senda nógv av tí fúla sum tey velja at senda uttan ávaring í øll heim í landinum, so at vit foreldur risikera at forbróta okkum ímóti okkara børnum við at hava sjónvarp uttan barnalás á Kringvarp Føroya í stovuni. Og eg skilji so slettis ikki at man kann loyva sær at krevja kringvarpsgjald frá øllum sum hava internet, bara tí at man onkuntíð eitt sindur hips sum happ leggur tilfar út á sína heimasíðu, uttan yvirhøvur at royna at seta lás á.
Um trupulleikin er at tey eru for býtt til at finna útav at seta loyniorð á eina heimasíðu, so vil eg persónliga bjóða meg fram til at klára tað uppá ein fyrrapart, fyri einki. Og á sama hátt eri eg vísur í at loysnir finnast til bæði sjónvarp og útvarp, so at eingin nýtist at gjalda, uttan tey sum velja at nýta teirra tænastur.
Public service ábyrgd og journalistiskir høgir hestar hoyra eftir mínum tykki ikki saman. Leingi livdi eg persónliga uppá at tey hóast alt høvdu neyðsendara-uppgávuna, at vera okkara miðil um ein størri vanlukka kom fyri ella kríggj brast á. Men so brendi Athena her í grannalagnum, ið prógvaði at einki uttan eftirfylgjandi forvitni verður dekkað av Kringvarpinum, meðan neyðsendarauppgávan verður loyst av Portalinum og Vágaportalinum, í tann mun at man allíkavæl svav alla náttina, beint hinumegin heygin.
Vit hava ein svimjara sum við næstan 100% vissu fer til OL um eitt ár, og vita tó einki um hvat Kringvarpið ætlar. Vit kláraðu okkum heilt rættiliga væl á Oyggjaleikum, sum á Rhodos í 2007 og á Álandi í 2009, men máttu tó hoyra eina nissu spyrja Maluna sum var viðsprákari um fyrst hvat ið hon æt, og seinni um hon nakrantíð hevði verið í eini sovorðnari finalu. Og vit høvdu Magnus í tveimum EJM-finalum, í sama býi sum Pál í 2008 vann trý evropeisk gull.
Trupulleikin hjá okkum og kanska serliga mær er, at her ikki er so øgiliga nógv meira at pressa úr sitrónini, tá ið tað kemur til altjóða svimjing. Eg meini, finalupláss á HM gevur ikki pláss fyri nógv størri avbjóðingum í altjóða ítrótti, og tó so var tað ikki vert at vísa í almenna sjónvarpinum, hóast sami persónur vann silvur á EM í Budapest í fjør. Tey kunnu ikki skúgva seg undir at tey ikki vistu av tí, og tí er mín persónliga niðurstøða, at onkur har bevíst velur hetta frá, til heldur at brúka kreftirnar uppá stripp og fótbólt.
Tí havi eg bara hatta eina ynski, viðvíkjandi Kringvarp Føroya: Gerið tit sum tit vilja, men gevið tá mær eisini møguliga at velja tað frá. Og haldið so annars for traman uppat við at brúka okkara pengar uppá at ‘flyta okkara mørk’, so leingi sum uppgáva tykkara er public service.
Vegna meg sjálvan, um nakar ivast.
Rókur
What Rókur just said!
100% Einigur, og eg trúgvi at fleiri 1000 eru einig.
Annars er okkurt at flenna/gráta yvir her:
Hugsjón Kringvarpsins
Víðsjón:
Kringvarp Føroya skal vera fremsti mentanarberi føroyinga.
Miðsjón:
Kringvarpið skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.
Kjarnuvirðir:
Trúvirði
– Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so Kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.
Virðing
– Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina. <-- Her gera tey fúlan mismun við persónligum áhugamálum, og tað SKAL kosta. Slóðbrótan – Kringvarpið skal vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda Professionalisma – Í Kringvarpinum skal professionalisma, engasjemang, kreativitetur, fjølbroytni og toymisandi ráða
Og lat okum enda við Public Service skyldur Kringvarpsins
5.2.4 Ítróttur
Kringvarp Føroya skal leggja seg eftir at viðgera ítrótt úr forkunnugum sjónarhornum. Kringvarp Føroya skal eisini hava vakið eygað við, tá okkara ítróttarfólk gera seg galdandi í altjóða kappingum, eisini um tey umboða annað land.
Kringvarp Føroya skal á fjølbroyttan hátt viðgera ymsu ítróttargreinirnar. Beinleiðis frásagnir eru ein týðandi partur av ítróttartilfarinum í Kringvarpi Føroya.
Eitt tað skemtiligasta við at leggja eftir Kringvarpinum leygardag, er at tú veitst at har allarmest sannlíkt einki svar kemur fyrr enn í fyrsta lagi kanska einaferð mánadagin, um tey tá yvirhøvur tíma.
Ein av trupulleikunum hjá KVF ísv HM í Shanghai var vist nokk at so nógv fólk vóru í feriu … kann man fyristilla sær at Løgreglan, ein onnur almenn institutión, helt frí á Ólavsøku ?
KVF, this one is for you …
Men hvussu vánalig er ikki akkurát tann umberingin?
Tað er ein burturvið vánalig umsiting sum ikki klárar at hava KVF koyrandi við so nógvum fólkum sum tey nú hava.
Tað, sum Pál gjørdi í Shanghai, hevði uppiborið størri virðing av Kringvarpinum. Man kann ímynda sær, at Kringvarpið fer at uppføra seg meira professionelt, tá Team Danmark svingar stokkin í OL í London. Synd at KVF ikki tekur Svimjisamband Føroya, føroysk svimjing og søga seriøst.
Kringvarp Føroya eigur væl fyrst og fremst at verja alt sum er føroyskt, um nakar skal gera tað.
Well, fyri at gera tað ordiliga groteskt, so var hetta sjónin tá ið vit koyrdu til Havnar sunnudagin, samstundis sum KVF varpaði frá hasum dystinum millum KÍ og HB. Ein dystur sum kringvarpsgjaldarar nú skelda um, tí at hann var hvørki topp- ella botndystur, men bara enn ein HB-dystur.
Hvat hatta er ? Well, vit høvdu so einki frætt, og tað nyttar so í øllum førum ikki at hyggja á http://www.kringvarp.fo. Royn í staðin til dømis http://www.sandportal.fo, har tað stendur at hetta er kappsigling í føroyskum bátum. Nakað sum føroyingar lítið og einki vita um, hóast tað var 42. ferðina at hendan kappingin var.
Spyr meg ikki hvør ið vann.
Ehh… kanska ein skal spyrja onkran í KVF 😉