Í vikuskiftinum ruku nøkur gomul met, harímillum elsta stuttbana metið hjá einstaklingum, ið var 200 firvald hjá Nataliu Reinhard frá 2005. Nú eigur Elspa Mørkøre tey elstu einstaklingametini, sum bæði eru í 400 blandað frá 2005 (langbana) og 2007 (stuttbana). Á myndini her eru føroysk einstaklingamet og met hjá stafettum á stutt- og langbana bólkaði eftir árið tey eru sett.
Tey flestu føroysku metini í svimjing eru nýggj, samanborið við metini í frælsum ítrotti.
Metini hjá Dansk Svømme Union koma serliga frá superdraktum, tó finnast yngri og eitt sera gamalt met hjá Benny Nielsen frá 1987 – eisini í 200 firvald.
Miðal fyri metini í Føroyum og í Danmark í 2009 Fina stigum.
Land | Stuttbana met | Langbana met | Stuttbana juniormet | Langbana juniormet |
Føroyar | 765 | 664 | 732 | 635 |
Danmark | 968 | 885 | 870 | 789 |
Býtið av metum millum svimjarar.
SSF met (18 svimjarir) – 12 feb 2012 | SSF juniormet (13 svimjarir) – 12 feb 2012 |
DSU met (17 svimjarir) – 12 feb 2012 | DSU juniormet (26 svimjarir) – 12 feb 2012 |
Her eru bara met á stuttbana í 2003 tald. Síðani samanborið við 2012 í tali. Miðal fyri metini á stuttbana í 2003 er 597 í 2009 Fina stigum. Sum nevnt omanfyri er miðal í dag hækkað til 765 í 2009 Fina stigum.
Her eru stuttbana met í 2001 tald. Miðal fyri metini á stuttbana í 2001 er 591 í 2009 Fina stigum.