Kunning frá Svimjisambandi Føroya
Svimjisamband Føroya var nú um vikuskiftið vertur fyri FINA dómaraskeiði á Hotel Føroyum, undir leiðslu av FINA dómarunum Carol Zaleski úr USA og Søren Korbo úr Danmark, við luttøku av einum 27 føroyingum, umframt 2 bretum og 2 slovenum. Eitt óført tiltak, haldi eg sjálvur, sum ein av teimum sum luttók hesar dagarnar.
Fyrr var nokk illa, tí hesi bæði hava ikki bara drúgvar royndir sum altjóða dómarar á hægsta stigi, umframt at hava staðið fyri einum rúgvu av slíkum skeiðum; men tey eru eisini tey sum bókstaviliga gera reglurnar, fyri FINA. Zaleski sum forkvinna og Korbo sum skrivari í teknisku nevnd hjá FINA, sum eru nevndin við ábyrgd fyri heimsmeistarastevnunum, World Cup, heimsmetununum og reglunum sum hartil hoyra.
Tey hava bæði verið í hesum starvi so mikið leingi, at tey persónliga kunnu líta aftur á tá ið til dømis saltovending varð loyvd í ryggsvimjing. Tískil var skeiðið avgjørt spennandi og nærverandi, tá ið tey greiddu frá til dømis tíðina við superdraktum, rokinum nú við firvaldaspørkum í vending, og so framvegis. Og tey sótu ongantíð føst, tí tey høvdu hoyrt allar spurningar fyrr.
Skeiðið var eisini rættiliga ekslusivt, tí tey bæði skipa ‘bara’ fyri 5 skeiðum hvørt árið … eitt í hvørjum heimsparti. Hetta var sostatt skeiðið í Evropa fyri í ár, sum varð hildið í Havn.
Flestu tímarnar høvdu vit teori uppi á Hotel Føroyum, har vit lærdu um og repeteraðu svimjireglurnar, umframt at hoyra um mannagongdir á svimjistevnum, atburð hjá dómarum og framvegis. Tey høvdu ymisk áhugaverd videobrot við, og vit fingu øll eina fløgu heimvið, tá ið skeiðið var at enda.
Men áðrenn tað høvdu vit so eisini verið niðri í Svimjihøllini í Gundadali, har vit við hjálp av svimjarum úr Havnar Svimjifelag sluppu at royna okkum sum dómarar, við hesum báðum HM-dómarum sum eygleiðarar. Tað vísti seg at svimjararnir høvdu fingið til uppgávu at bevíst gera feilir, til at testa okkum, og aftaná høvdu vit so eina eftirmeting. Sjálvur sá eg ongan feil, men sum heild stóð tað vist nokk ikki heilt galið til allíkavæl 🙂
Vit hava ymisk videobrot og nógvar myndir, men eg eri ikki heilt komin til at hyggja tað ígjøgnum enn.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Síggi á myndini úr framløguni omanfyri “The 5 Toughest Calls in Swimming… – Starting before starting signal”. Her er eitt dømi uppá eitt slíkt ‘tough call’:
Gott at høllin í Klaksvík síðani hevur fingið nýggjar skamlar, ið fanga tjóvstartir 🙂
Avgjørt ein hin truplasta avgerðin hjá einum dómara, at diska sjálvan formannin í svimjisambandinum. Meini tó bestemt at viðkomandi er dómari (enn) 😛
…