Vaksandi luttøka á FM í svimjing

Ofta verður tikið til at alt var betri fyrr, til dømis við luttøku á svimjistevnum. Men, um vit hyggja at luttøkuni á FM, so vóru tað munandi fleiri startir á FM á stuttgeil 2016, enn øll undanfarin ár síðani 2008 – sum er fyrsta FM eg dugi at finna og harvið greina á SwimRankings.net.

Myndin niðanfyri vísir tal av startum á hvørjari FøroyaMeistarastevnu á stuttgeil síðani 2008, har samlaða talið veksur frá 332 í 2008 til 466 í 2016. Ein øking á heili 40%, í tal av startum á FM. Talið var uppi á 432 í 2010, men fekk so eitt dykk niður til 336 í 2013, áðrenn tað byrjaði at vaksa aftur.

‘Startir’ eru her tal av luttakarum í innleiðandi riðlunum, men ikki íroknað tær ferðir eyka sum tey luttóku í finalum. Tað kann koma seinni, og vil tá vaksa nakað væl um samlaða tølini. Vit kunnu eisini siga, at tølini nú avmynda tær tilmeldingar sum úrslitaðu í at svimjarin so eisini luttók í sjálvari kappingini (men minus frámeldingar vegna sjúku og líknandi).

Um vit hyggja at tal av luttakarum á stevnuni, so var tað faktiskt nakað betri fyrr. Í 2008 og 2009 vóru tey 76 tilsamans sum luttóku á FM á stuttgeil, og í 2010 heili 83, áðrenn tað minkaði niður til 60 í 2014, fyri so aftur at vaksa til 65 í 2015 og 67 í 2016.


Samanlagt merkir hetta sjálvsagt, at svimjararnir nú hava lutfalsliga fleiri startir hvør sær, enn teir høvdu fyri nøkrum árum síðani. Í meðal kappaðist hvør svimjari nú 7 ferðir á FM á stuttgeil 2016, har talið í 2008 var heilt niðri á 4,4 ferðir í part.

Til søguna hoyrir, at FM á stuttgeil 2016 var fyrstu ferð hesi árini at JuniorMeistarastevnan ikki var partur av FM. Í ár royndu vit í staðin at hava JuniorMeistarastevnuna saman við Meistarstevnuni fyri Ung, og varð FM tí ein stevna fyri einans tey sum vildu royna seg á sjálvari FøroyaMeistarastevnuni.

JM/MU var sum kunnugt ein rættiliga stór stevna, við einum 140 luttakarum sum kappaðust tilsamans 1076 ferðir í leypi av bara tveimum døgum, 14 dagar áðrenn FM. Hartil høvdu vit fyrsta FM á langgeil, 6 vikur áðrenn JM/MU 2016, har tey vóru eini 52 sum startaðu tilsamans 305 ferðir.

Kravtíðin til FM á stuttgeil treingir til at herðast, nú hon hevur staðið í stað í nøkur ár, á bronsunálatíð seinast dagførd í 2012. Tað verður gjørt nú í næstum, men er tað væl ikki øll orsøkin, til at vit síggja vaksandi tal av luttakarum á FM. Heldur er tað munagott virksemi úti í serliga trimum teimum størru feløgunum, at menna svimjarar ið ikki bara røkka kravtíðini til FM, men eisini eru røsk at luttaka ofta har.

Hini trý smærri feløgini í Eysturoy hava tann trupulleika, tá ið tað kemur til at síggjast á føroysku meistarastevnunum, at teirra bestu svimjarar nú í stóran mun skifta felag, fyri at kunna venja regluliga í svimjihyli sum er 25 metrar ella longri. Tað er sum so eingin skeiv avgerð, sum tey tá taka, men harmiligt fyri oynna sum annars í so stóran mun hevur mennt góðar svimjarar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.