Danir avgreiða nú í vikuskiftinum sínar ‘regiónsmeistarastevnur’, við stevnu í Hjørring fyri feløg heimahoyrandi vestanfyri Stórabelt, og stevnu í Nakskov fyri tey eystanfyri. Hetta sum upptakt til JM og DM á stuttgeil , í november. Startlistarnir til stevnuna í Nakskov síggjast her, har vit millum annað kunnu lesa at Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Frans Johannesen og Markus Joensen eru ímillum luttakararnar.
- Frans Johannesen er tríggjar ferðir styrkismettur til vinna gull, við tilmeldingartíð 3:47.28 í 400 frí, 1:47.31 í 200 frí og 2:01.52 í 200 blandað.
- Óli Mortensen er styrkismettur til silvur í 800 frí, við tilmeldingartíð 8:07.29, umframt at verða nr 4 við 51.81 í 100 frí, og nr 10 við 56.66 í 100 firvald.
- Alvi Hjelm er styrkismettur til at verða nr 5 við 3:55.72 í 400 frí, nr 6 við 1:52.19 í 200 frí, og nr 5 við 58.03 í 100 blandað.
- Markus Joensen er styrkismettur til at verða nr 7 við 24.13 í 50 frí, nr 10 við 29.96 í 50 bringu, og nr 28 við 1:02.31 í 100 blandað.
Har eru sikkurt onnur við føroyskum uppruna afturat, men Óli, Alvi og Markus eru so teir við føroyskum svimjitjóðskapi, og Frans ein hin kendasti føroyingur við donskum svimjitjóðskapi.
Stevnurnar byrja kl 16:30 danska tíð, nú seinnapartin, og eru tað so stevnupartar eisini frá kl 9:30 og 16:30, leygardagin og sunnudagin. Hetta er millum annað síðsti kjansur hjá dønum at klára kravtíð til HM á stuttgeil, sum verður í Kanada í desember. Sí svoem.dk
One thought on “Óli, Alvi, Frans og Markus til ØST KBM 2016”