Róland 29.50 og føroyskt met og gullnál í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,50 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29,81 sekund, frá Danish Open í fjør. Róland svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Tíðin hjá Rólandi rakk til eitt 5. pláss millum teir 41 luttakandi í innleiðandi riðlunum, og er hann sostatt í A-finaluni seinnapartin. Hartil er hon undir gullnálatíðina 29.61, sum merkir at Róland fer at fáa handað gullnál á FM á langgeil í Vági í mai mánaða.

Rókur Trygvason úr Ægir royndi seg eisini í greinini, og svam seg tá til eitt 29. pláss í kappingini, við tíðini 31.92 sum er stórt persónligt met í mun til hansara 32.66 frá FM á langgeil í fjør.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.