Markus Joensen er fluttur til suðurevropeiska býstatin Monaco, har hann er byrjaður uppá víðari lesnaða í búskaparfrøði, umframt at hann venur við besta liðnum hjá A.S. Monaco Natation.
Síðst í februar luttók hann við liðnum á svimjistevnuni “Championnat Regional Hiver 50m” í Nice, har hann við tíðini 26.95 varð nummar fýra í 50 firvald, umframt við tíðini 25.92 nummar 13 í 50 frí.
Monaco er í svimjihøpi best kent fyri sína árligu Mare Nostrum stevnu, sum eru tríggjar várstevnur í Monako umframt Canet-en-Roussillon í Fraklandi og Barcelona í Spania, ið nógvir av heimsins bestu svimjarar brúka sum fyrireikingarstevnur til EM og HM og líknandi.
Føroyingar hava ikki so ofta luttikið á hesi stevnu, í mun til í Canet og Barcelona, mest tí at hasar tríggjar stevnurnar býta greinarnar so at 800 og 1500 frí ongantíð er í Monaco. Men, tað er tó komið fyri, og í 2014 vann Pál Joensen eisini silvur har, í 400 metra frísvimjing.
Innbjóðingin til hesa stevnu kom tilfeldigvís í gjár – og síðani vit nú hava okkara egna, lokala monaka, so verður faldarin hervið viðfestur, umframt tilmeldingarskjøl:
- Faldari/innbjóðing: 2018_Mare_Nostum_Brochure.pdf
- Preliminary Entry Form: 2018_preliminary_entry_form.03.xlsx
- Teams logistical needs: 2018_teams_logistical_needs.xlsx
- Final Entry Form: 2018_final_entry_form.xlsx
Stevnan í Monaco er í ár hin 16. og 17. juni.
Skúlin hjá Markusi eitur International University of Monaco, og útbúgvingin Bachelor of Science in Business Administration (BSBA).
Markus heilsar úr Monaco, at í løtuni venur hann 5-6 ferðir um vikuna, men at hann aftaná summarfrítíðina vónar at kunna venja enn meira, tá ið skemaið verður broytt.
Markus hevur sín svimjiuppruna í Havnar Svimjifelag, men hevur seinastu árini gingið á skúla og vant í Danmark. Nú í desember luttók hann við føroyska svimjilandsliðnum á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Reykjavík, og hevur yvirhøvur ofta luttikið á stevnum fyri Føroyar, til dømis á Evropeisku JuniorMeistarastevnunum í Poznan í 2013.