Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Føroysku metlistarnir fluttu sum kunnugt til SwimRankings við ársbyrjan 2018, frá eini heimagjørdari skipan sum undirritaði hevði mennt og rikið fyri SSF síðani 2009. Ein fyribils mangul var tó at landsliðsmetini í liðsvimjing tá ikki enn vóru klár at flyta yvir, men er tað nú fingið upp á pláss.

Her eru listarnir, íroknað hetta nýggja “Relays National”:

Føroysk met – Kvinnur, langgeil (50m)
Føroysk met – Menn, langgeil (50m)
Føroysk met – Kvinnur, stuttgeil (25m)
Føroysk met – Menn, stuttgeil (25m)
Føroysk juniormet – Gentur, langgeil (50m)
Føroysk juniormet – Dreingir, langgeil (50m)
Føroysk juniormet – Gentur, stuttgeil (25m)
Føroysk juniormet – Dreingir, stuttgeil (25m)

Og av tí at bara éitt landsliðsmet er sett síðani 2017, menn 7.38.64 í 4×200 frí, so er hetta yvirlitið nú eisini fullfíggjað við sama skeringspunkti sum hini metini, síðani ársbyrjan 2018.

Hendan metskipanin hjá SwimRankings vísir seg at rigga væl, har vit í SSF fáa sjálvvirkandi fráboðanir í telduposti, tá ið nýggj met eru sett, ið vit síðani kunnu fara inn og góðkenna. Tann einasti mangulin sum eg dugi at síggja, er at skipanin ikki skrásetur øll met tá ið fleiri met verða sett í somu grein, sama dag; men tað kann møguliga loysast eisini.

Hin gamla, manuella skipanin hjá mær er til samanberingar ov tung og manerérilig at viðlíkahalda, og er tí væl møguligt heldur ikki heilt eftirfarandi longur. So altso, tað er á SwimRankings at tit finna tey røttu metini, nú.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.