Fimm føroyingar á FINA lista #20

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú almannakunngjørt FINA lista nummar 20 yvir altjóða dómarar í kappsvimjing, har vit eisini finna 3 føroyskar yvirdómarar og 2 føroyskar startarar. Harvið kunnu vit nú sjálvi fyriskipa FINA góðkendar úttøkustevnur til dømis til HM og OL, uttan at neyðturviliga skula biðja um útlendska hjálp.

Tey fimm á FINA lista #20, eru:

Altjóða yvirdómarar

  • Dann Hjelm
  • H. Rúni Gaardbo
  • Katja Lervig

Altjóða startarar

  • Eyðun Húsgarð
  • Erling Eidesgaard

Tey hava øll fyrst luttikið á FINA dómaraskeiði í Føroyum í 2013 og (Katja) í Reykjavík í 2016, og hava yvirdómararnir hartil tikið yvirdómaraprógv á skeiði hjá DGI og SSF í Føroyum í 2015. Hartil eru tey øll væl roynd sum dómarar á føroyskum og norðurlendskum meistarastevnum, umframt Dann á meistarastevnum LEN og FINA.

FINA listi 20 er galdandi frá hin 1. januar 2019 til hin 31. desember 2022, og kemur so eitt nýtt umfar til FINA lista 21 frá hin 1. januar 2017 til hin 31. desember 2024.

Svimjisamband Føroya hevur avgjørt ætlan um at framyvir hava dómarar støðugt á hesum listum hjá FINA, umframt at bjóða hesum út í heim at royna seg, til íblástur og til at menna føroyska døming, umframt at avstemma okkara egnu døming við henni aðrastaðni.

Svimjisambandið skipar aftur nú hin 22. til 24. mars 2019 fyri FINA dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum Søren Korbo.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

One thought on “Fimm føroyingar á FINA lista #20”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.