Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona dagført

Her er dagførd útgáva av venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona, nú almennu tilmælini síðani hin 30. apríl loyva upp til 50 fólkum at savnast saman, soleiðis sum vit nú eisini síggja fleiri svimjihallir gera. Dagføringin er gjørd í samráð við feløgini og við corona-ráðgevingina, har vit loyvdu okkum at rudda eitt sindur í orðingum eisini.

  • Vit fylgja øllum almennum tilmælum, sí https://corona.fo/tilmaeli
  • Tað eru altíð tey somu sum venja í senn, og ongantíð fleiri enn tilmælt
  • Kravda frástøða skal haldast av øllum allastaðni, so sum í móttøkuni, í umklæðingini, undir brúsuni, á kantinum og í hylinum
  • Um svimjarar svimja aftaná hvørjum øðrum, so eigur frástøðan at vera minst 4 metrar millum hvønn svimjara, tann vegin sum tey svimja
  • Øll halda seg til at nýta einans persónliga útgerð, og lána ongum sítt, so sum t.d. svimjibrillur, fitjur, snorkil, plátur, vatnfløskur, hettur, stopp-ur og klæðir
  • Alt persónligt skal goymast við greiðari frástøðu til tað hjá øðrum, so sum í persónligari tasku ella í persónligum skápi
  • Hitarúm og líknandi verður ikki brúkt
  • Um sjúkueyðkenni eru, ið benda á coronavirus, so sum hosti ella fepur, so skal viðkomandi verða heima og testast áðrenn hann/hon kann møta til venjing aftur 
  • Svimjararnir skulu fáa greið boð um hesar venjingarreglur, áðrenn fyrstu venjing
  • Øll uppmøting skal skrásetast neyvt, so at til ber at síggja hvør ið møtti nær

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu, formaður

Photo by Jele boscan from PxHere

One thought on “Venjingartilmæli SSF í sambandi við Corona dagført”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.