Hóast einans 43% av okkara 11-12 ára gomlu klára norðurlendska kravið til svimjiførleika, so eru tey 85% sum siga seg duga at svimja.
Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.
Spurningarnir vóru so gott sum teir somu sum í tilsvarandi kanning í 2011, ið tá var ein upprunaliga norsk kanning týdd til føroyskt, sum eisini danir brúktu til at sammeta við.
Hetta alt til at tryggja so gott sambæri sum gjørligt, og sjálvsagt við loyvi frá Mentamálaráðnum umframt við ráðførslu hjá Dátueftirlitinum.
Kanningarúrslitið var klárt longu á vári 2018 – men vit hava tíverri verið so mikið upptikin av øllum øðrum innan SSF, at vit ikki eru komin til framløgu og greining fyrr enn nú á sumri í 2020.
Og nú má tað so heldur verða, eftirsum at vit kundu hugsað okkum at havt eitt nýtt umfar av kanningini, um ikki alt ov langa tíð.
Mannagongd
Mannagongdin var sum í 2011, at Svimjisambandið sendi út prentaði spurnarbløð til allar skúlar í landinum, og at flokslærarar og/ella svimjilærarar fingu næmingarnar at fylla út.
Svimjisambandið fekk útfyltu spurnarbløðini aftur í posti, og fekk alt inn í rokniark við at nýta eina talgilda oyðiblaðsskipan, sum tí eisini er testað til møguliga nýtslu í framtíðini.
Tilsamans vóru tey 646 av 713 næmingar (90.6%) úr 45 skúlum sum svaraðu. Tað vóru allir teir skúlar sum vórðu spurdir, og vit royndu sjálvsagt at spyrja allar.
Allýsing av svimjiførleika
Í Føroyum brúka vit norðurlendsku allýsingina av svimjiførleika, sum er at svimjarin skal kunna svimja 200 metrar uttan steðg og uttan flótihjálp. Ein onnur útgáva finst, sum sigur at 50 metrar skulu vera á rygginum; men hendan her einfaldari enn tann sum norðurlendsku svimjisambondini brúka, sum vit halda okkum vita, at eisini evropeiska svimjisambandið LEN ætlar at brúka.
Sum stig á leið til teir 200, hava vit eisini listað tey sum klára at svimja éina longd á stuttgeil (25m), umframt tey sum duga at flóta. 25m er núverandi krav hjá enskum skúlum til svimjiførleika.
Møguligar feilkeldur
Eitt heldur óheppið við hesi mannagongd, var at inn í millum var trupult at fáa tað sum næmingarnir høvdu fylt út á pappír, til at hóska til inntøpping í talgilt oyðublað. Tað varð tí so væl sum vit dugdu.
Hartil eru tveir spurningar tíverri í so truplir at skilja og svara rætt, av at teir eru noktandi:
- “17c. Tað er ikki so stuttligt at hava høvdið undir vatninum” – Svara “Ja” ella “Nei”
- “17j. Mær dámar ikki, tá ið vit hava svimjing í skúlanum” – Svara “Ja” ella “Nei”
Tíbetur eru aðrir spurningar sum spyrja greiðari um tað sama, so at hellast kann til teir heldur:
- “17k. Tað er lætt at kava” – Svara “Ja” ella “Nei”
- “17i. Eg gleði meg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum” – Svara “Ja” ella “Nei”
- “17l. Eg hevði viljað, at vit høvdu fleiri svimjitímar í skúlanum” – Svara “Ja” ella “Nei”
Framløga – spurningar og svar
Inngangur
Av tí at hetta er rættiliga drúgt í sær sjálvum, so leggja vit fyribils bara kanningina fram sum hon er, tvs. lista upp spurningarnar og tilhoyrandi svar.
0. Skúlar
Næmingarnir svaraðu ikki hesum– vitan fingin út í frá hvør sum fekk og sendi oyðubløð
1. Kyn
“1. Ert tú …”
2. Aldur
“2. Hvussu gamal/gomul ert tú?”
3. Floksstødd
“3. Hvussu nógvir næmingar eru í tínum flokki?”
4. Bústaður
“4. Hvar býrt tú?”
5. Føðistaður
“5. Hvar ert tú fødd/-ur?”
6. Føðistaður hjá foreldrunum
“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?”
7. Svimjing í skúlanum?
“7. Hevur tú havt svimjing í skúlanum í ár?”
8. Nøgd av (skúla)svimjing
“8. Hvussu nógvar tímar hevur tú í svimjing um mánaðin (umleið í miðal yvir árið)?”
9. Nøgdsemi við nøgdini av skúlasvimjing
“9. Heldur tú, at tú svimur ov lítið, ov nógv ella er tað hóskandi (í skúlanum)”
10. Svimjiførleiki
“10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?”
11. Flótiførleiki
“11. Kanst tú flóta við ongari hjálp?”
12. Svimjing uttanfyri skúlan
“12. Ert tú limur í einum svimjifelag, ella gongur tú onkursvegna til svimjing uttanfyri skúlan?”
13. Svimjimerki
“13. Hevur tú tikið svimjimerki?”
14. Nærleiki til svimjihyl
“14. Er ein svimjihylur nær við skúlan ella nær við, har sum tú býrt?”
15. Svimjing í frítíðini
“15. Hvussu ofta hevur tú verið í svimjihyli í frítíðini í ár?”
16. Svimjifelagar
“16. Hvørjum ert tú vanliga saman við, tá ið tú ert í svimjihyli í frítíðini?”
17. Áskoðan um svimjing
“17a. Eg haldi at tað er ræðandi at vera í djúpa partinum av hylinum”
“17b. Tað er sum oftast stuttligt at vera í hylinum”
“17c. Tað er ikki so stuttligt at hava høvdið undir vatninum”
“17d. Eg brúki altíð flótihjálp, tá ið eg eri í hylinum”
“17e. Tað er lætt at kava frá kantinum við høvdinum fyrst”
“17f. Eg kenni meg vanliga trygga/-n í hylinum”
“17g. Svimjing er stuttligt”
“17h. Vanliga eri eg kaldur/køld í svimjihylinum”
“17i. Eg gleði meg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum”
“17j. Mær dámar ikki, tá ið vit hava svimjing í skúlanum”
“17k. Tað er lætt at kava”
“17l. Eg hevði viljað, at vit høvdu fleiri svimjitímar í skúlanum”
18. Svimjialdur
“18. Nær lærdi tú at svimja?”
19. Svimjilærari
“19. Hvør lærdi teg at svimja?”
20. Svimjilærupláss
“20. Hvar lærdi tú at svimja?”
Svimjarar sambært allýsing NSF
Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 200m ella longri
Næmingar sum klára éina longd á stuttgeil
Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 25m ella longri
Næmingar sum klára at flóta
Samanteljing av spurningi 11, til at finna tey sum siga seg klára at flóta
Samandráttur av hesi fyrstu framløgu
Svimjiførleiki
- 43.3% siga seg klára at svimja 200m, 35.3% vita ikki, 21.4% halda ikki
- 61.6% siga seg klára at svimja 25m, 35.3% vita ikki, 3.1% halda ikki
- 92.3% siga seg kunna flóta, 4.3% vita ikki, 3.4% halda ikki
- 2.3% siga seg beinleiðis ikki at duga at svimja (sí spn 18)
Týðandi tættir
- 96.3% brúka ikki altíð flótihjálp tá ið tey eru í hylinum (spn 17d)
- 93.3% kenna seg vanliga trygg í hylinum (spn 17f)
- 92.6% halda tað sum oftast vera stuttligt at vera í hylinum (spn 17b)
- 92.4% meta seg duga at flóta (spn 11)
- 91.0% halda ikki at tað er ræðandi at vera í djúpa partinum av hylinum (spn 17a)
- 89.3% hava havt svimjing í skúlanum í ár (spn 7)
- 87.2% halda at svimjing er stuttligt (spn 17g)
- 83.7% eru fødd í Føroyum (spn 5)
- 77.4% hava foreldur sum eru fødd í Føroyum (spn 6)
- 77.1% eru ikki vanliga køld í svimjihylinum (spn 17h)
- 71.5% eru 11 ár (spn 2)
- 71.5% ræðast ikki at hava høvdið undir vatn (spn 17c)
- 71.2% hava ikki tikið svimjimerki (spn 13)
- 70.9% dáma at hava svimjing í skúlanum (spn 17j)
- 70.0% hava ein svimjihyl nær við skúlan ella har sum tey búgva (spn 14)
- 66.3% ganga ikki til svimjing uttanfyri skúlan, hvørki í svimjifelagi ella annars (spn 12)
- 65.8% gleða seg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum (spn 17i)
- 61.6% siga seg hava svomið 25m ella longri (spn 10)
- 60.2% halda tað vera lætt at kava (spn 17k)
- 58.0% halda tað vera lætt at kava frá kantinum við høvdinum fyrst (spn 17e)
- 55.4% høvdu viljað havt fleiri svimjitímar í skúlanum (spn 17l)
- 50.5% hava í meðal havt 4 tímar um mánaðin av skúlasvimjing (spn 8)
- 50.3% eru dreingir (spn 1)
- 50.0% meta seg at hava lært at svimja áðrenn tey fóru í skúla (spn 18)
Fyribils niðurstøða
Lutfalsliga fá vita seg kunna svimja 25 ella 200 m – men fortreytirnar eru til at kunna bøta um hetta.
Tað er óheppið (/vandamikið) at so nógv meta seg duga at svimja, hóast tey ikki klára 25 ella 200 m.
Og tað er tíverri ein avbjóðing fyri góðskuni av allari hesari svimjiførleikakanningini, at heili 34.2% av næmingunum siga seg ikki vita, hvussu langt tey í mesta lagi hava verið før fyri at svimja.
Framhald
Hetta var so fyrsti partur í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:
- Hesa fyrstu framløgu
- Samanbering við somu kanning í 2011
- Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
- Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
- Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
- Samanbering millum økir í Føroyum
Takk
Takk til tykkum mongu sum hjálptu okkum við at fáa gjørt hesa kanning, umframt til Mentamálaráðið fyri at geva loyvi og Djóna Dalsgarð fyri at tasta alt inn.
Takk til børnini fyri at vera so røsk at fylla út.
Hóast úrslitini sum heild ikki eru so jalig, so kann eg avdúka at glottar eru at hóma, har tað í ávísum økjum vísir seg at standa heilt væl til við svimjiførleika.
Vit vóna at kunna gera eina líknandi kanning aftur skjótt, bæði til at fáa fleiri dátur og til at kanna møgulig rák, so sum um koronakreppan nú hevur havt nakra ávirkan.
Her er óivað nógv sum kundi verið frægari, men hetta er tað frægasta sum vit klára júst nú.
Við svimjikvøðu
Vegna SSF
Rókur
5 thoughts on “Svimjiførleikakanningin 2018 – Framløga”