Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við somu kanning í 2011

Munandi færri fimtafloksbørn hildu seg í 2018 kunna svimja 200m, í mun til í 2011, og støðan versnaði eisini við teimum sum hildu seg kunna svimja 25m. Men, okkurt er tó batnað, tí tey vóru fleiri sum hildu seg kunna flóta.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin næsti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Síðani hendan samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Inngangur

Svimjisambandið gjørdi somu kanning í 2011, sum her í 2018, við somu mannagongd og við so gott sum somu spurningum. 

Kanningin í 2011 var tá ein beinleiðis umseting av tilsvarandi kanning í Noregi í 2009.

Ein spurningur varð tó orðaður nú til kanningina í 2018, til at vónandi gera hann greiðari:

  • 2011: “10. Hvat er á leið tað LONGSTA, sum tú hevur svomið út í eitt (við ongari flótihjálp)”
  • 2018: “10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?”

Hetta er neyðturviliga ein hin týdningarmesti spurningurin av øllum, av tí at næmingarnir her seta tal á hvussu langt sum tey klára at svimja, ið vit so telja saman til at finna tey ið klára 25 ella 200m. 

Tilsamans vóru tey 622 av 694 næmingum (89.6%) úr 42 skúlum sum svaraðu. Vit vita um éin (lítlan) skúla sum í 2011 mistu síni spurnarbløð burtur, og sum vit tí ikki fingu svar frá.

0. Skúlar

Næmingarnir svaraðu ikki hesum– vitan fingin út í frá hvør sum fekk og sendi oyðubløð

Her hava verið rættiliga nógvar broytingar, so sum serliga samanlegging av skúlum, umframt at teir lítlu skúlarnar til tíðir hava fimtaflokk og ikki. Vit lata tí fyribils verða við at royna at gera eina samanbering her – børnini eru neyðturviliga rættiliga bundin av at ganga í skúla har tey búgva … og um neyðugt, so hava vit tølini.

1. Kyn

“1. Ert tú …”

2. Aldur

“2. Hvussu gamal/gomul ert tú?”

3. Floksstødd

“3. Hvussu nógvir næmingar eru í tínum flokki?”

4. Bústaður

“4. Hvar býrt tú?”

5. Føðistaður

“5. Hvar ert tú fødd/-ur?”

5b. Føðistaður – Bólkaður

“5. Hvar ert tú fødd/-ur?” – Her bólkað í Føroyar, Danmark og aðrastaðni

6. Føðistaður hjá foreldrunum

“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?”

6b. Føðistaður hjá foreldrunum – Bólkaður

“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?” – Her bólkað í Føroyar (bæði), Føroyar (annað) og uttanlanda

7. Svimjing í skúlanum?

“7. Hevur tú havt svimjing í skúlanum í ár?”

8. Nøgd av (skúla)svimjing

“8. Hvussu nógvar tímar hevur tú í svimjing um mánaðin (umleið í miðal yvir árið)?”

9. Nøgdsemi við nøgdini av skúlasvimjing

“9. Heldur tú, at tú svimur ov lítið, ov nógv ella er tað hóskandi (í skúlanum)”

10. Svimjiførleiki – Gev gætur, spurningurin broyttur eitt vet …

2011: “10. Hvat er á leið tað LONGSTA sum tú hevur svomið út í eitt (við ongari flótihjálp)
2018: “10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?”

11. Flótiførleiki

“11. Kanst tú flóta við ongari hjálp?”

12. Svimjing uttanfyri skúlan

“12. Ert tú limur í einum svimjifelag, ella gongur tú onkursvegna til svimjing uttanfyri skúlan?”

13. Svimjimerki

13. Hevur tú tikið svimjimerki?”

14. Nærleiki til svimjihyl

“14. Er ein svimjihylur nær við skúlan ella nær við, har sum tú býrt?”

15. Svimjing í frítíðini

“15. Hvussu ofta hevur tú verið í svimjihyli í frítíðini í ár?”

16. Svimjifelagar

“16. Hvørjum ert tú vanliga saman við, tá ið tú ert í svimjihyli í frítíðini?”

17. Áskoðan um svimjing

“17a. Eg haldi at tað er ræðandi at vera í djúpa partinum av hylinum”

“17b. Tað er sum oftast stuttligt at vera í hylinum”

“17c. Tað er ikki so stuttligt at hava høvdið undir vatninum”

“17d. Eg brúki altíð flótihjálp, tá ið eg eri í hylinum”

“17e. Tað er lætt at kava frá kantinum við høvdinum fyrst”

“17f. Eg kenni meg vanliga trygga/-n í hylinum”

“17g. Svimjing er stuttligt”

“17h. Vanliga eri eg kaldur/køld í svimjihylinum”

“17i. Eg gleði meg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum”

“17j. Mær dámar ikki, tá ið vit hava svimjing í skúlanum”

“17k. Tað er lætt at kava”

“17l. Eg hevði viljað, at vit høvdu fleiri svimjitímar í skúlanum”

18. Svimjialdur

“18. Nær lærdi tú at svimja?”

19. Svimjilærari

“19. Hvør lærdi teg at svimja?”

19. Svimjilærari – Sáldað

“19. Hvør lærdi teg at svimja?” – Her sáldað í tey viðurskifti sum telja meira enn 1%, umframt ‘annar’

20. Svimjilærupláss

“20. Hvar lærdi tú at svimja?”

20. Svimjilærupláss – Sáldað

“20. Hvar lærdi tú at svimja?” – Her sáldað í tey viðurskifti sum telja meira enn 1%, umframt ‘annað’

Svimjarar sambært allýsing NSF

Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 200m ella longri

Næmingar sum klára éina longd á stuttgeil

Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 25m ella longri

Næmingar sum klára at flóta

Samanteljing av spurningi 11, til at finna tey sum siga seg klára at flóta

Samandráttur av samanberingini við 2011

Svimjiførleiki

  • 43.3% siga seg klára at svimja 200m í 2018, í mun til 49.1% í 2011
  • 61.6% siga seg klára at svimja 25m í 2018, í mun til 64.9% í 2011
  • 92.3% siga seg kunna flóta í 2018, í mun til 88.6% í 2011
  • 2.3% siga seg beinleiðis ikki at duga at svimja í 2018, í mun til 3.1% í 2011 (sí spn 18)  

Týðandi tættir

  • 21.9%: 36.4% vóru 15-19 í flokkinum í 2018, í mun til 14.5% í 2011
  • 12.5%: 3.6% vóru 10-14 í flokkinum í 2018, í mun til 16.1% í 2011
  • 10.5%: 71.5% vóru 11 ár í 2018, í mun til 82.0% í 2011
  • 10.5%: 27.4% vóru 12 ár í 2018, í mun til 16.9% í 2011
  • 10.3%: 27.3% hildu seg hava havt ov lítið av skúlasvimjing í 2018, í mun til 37.6% í 2011
  • 9.4%: 29.1% vóru 20-24 í flokkinum í 2018, í mun til 38.5% í 2011
  • 9.3%: 3.7% høvdu havt 5-7 tímar um mánaðin av skúlasvimjing í 2018, í mun til 13.0% í 2011
  • 8.5%: 50.5% høvdu havt 4 tímar um mánaðin av skúlasvimjing í 2018, í mun til 42.0% í 2011
  • 8.4%: 55.4% høvdu viljað havt meira skúlasvimjing í 2018, í mun til 63.8% í 2011
  • 8.3%: 26.2% hildu ikki at svimjihylur var nær við teirra bústað ella skúla í 2018, í mun til 34.5% í 2011
  • 8.2%: 42.7% høvdu ikki viljað havt meira skúlasvimjing í 2018, í mun til 34.5% í 2011
  • 7.9%: 8.7% høvdu havt 1 tíma um mánaðin av skúlasvimjing í 2018, í mun til 0.8% í 2011
  • 7.8%: 18.5% søgdu nei til at vera nøgd við nøgdini av skúlasvimjing í 2018, í mun til 10.7% í 2011
  • 7.6%: 70.0% hildu at svimjihylur var nær við teirra bústað ella skúla í 2018, í mun til 62.4% í 2011
  • 7.3%: 9.0% vistu ikki hvussu nógva skúlasvimjing tey høvdu havt í 2018, í mun til 1.7% í 2011*
  • 6.8%: 2.8% høvdu í mesta lagi svomið 1000m út-í-eitt í 2018, í mun til 9.6% í 2011 
  • 5.9%: 3.4% høvdu havt 8-10 tímar um mánaðin av skúlasvimjing í 2018, í mun til 9.3% í 2011
  • 5.8%: 6.0% vóru 30 ella fleiri í flokkinum í 2018, í mun til 0.2% í 2011
  • 5.8%: 43.3% høvdu svomið 200m ella longri út-í-eitt í 2018, í mun til 49.1% í 2011
  • 5.8%: 27.1% hildu tað vera ikki so stuttligt at hava høvdið undir í 2018, í mun til 32.9% í 2011
  • 5.7%: 71.5% hildu ikki tað vera óhugnaligt at hava høvdið undir í 2018, í mun til 65.8% í 2011
  • 6.1%: 71.2% høvdu ikki tikið svimjimerki í 2018, í mun til 65.1% í 2011
  • 5.7%: 16.6% høvdu tikið svimjimerki í 2018, í mun til 22.3% í 2011
  • 5.0%: 35.3% vistu ikki hvussu langt teirra longsta svomna strekki var í 2018, í mun til 30.3% í 2011*
  • 4.9%: 58.0% hildu tað vera lætt at kava av kantinum við høvdinum fyrst í 2018, í mun til 62.9% í 2011
  • 4.8%: 9.9% høvdu ikki havt svimjing í skúlanum ‘í ár’ í 2018, í mun til 14.7% í 2011
  • 4.6%: 9.9% búðu í Norðuroyggjum í 2018, í mun til 14.5% í 2011
  • 4.3%: 2.0% høvdu havt minni enn 1 tíma/mánaðin ‘í ár’ av skúlasvimjing í 2018, í mun til 6.3% í 2011
  • 4.3%: 11.9% høvdu verið 1-4 ferðir í svimjihyli í frítíðini ‘í ár’ í 2018, í mun til 7.6% í 2011
  • 4.2%: 36.2% búðu í Suðurstreymoy í 2018, í mun til 40.4% í 2011
  • 4.1%: 77.1% vóru vanliga ikki køld í hylinum í 2018, í mun til 81.2% í 2011
  • 4.0%: 89.3% høvdu havt svimjing í skúlanum ‘í ár’ í 2018, í mun til 85.3% í 2011
  • 4.0%: 11.5% vóru 25-29 í flokkinum í 2018, í mun til 15.5% í 2011

* Vistu ikki, ella svaraðu ikki

Fyribils niðurstøða

Væl færri børn hildu seg klára at svimja 200 ella 25m í 2018, í mun til í 2011. Hetta kann tó vera, í øllum førum partvís, tí at umleið líka nógv ikki vistu, hvussu langt tey kláraðu.

Tað er fyribils trupult at síggja eina orsøk til hesa gongd, út yvir at fleiri ikki vistu hvussu langt tey kláraðu. Mest týðandi tættir siga, at væl færri gingu í einum flokki við 15-19 næmingum í 2018, og væl færri í einum við 10-14, umframt at børnini í 2018 av eini og hvørjari orsøk vóru yvirhøvur yngri.

Tað er áhugavert at so stórur munur er á aldrinum á børnunum í 2011 og 2018, so at væl færri vóru 12 ár í 2018 enn í 2011. Í báðum førum er tó talan um kanning gjørd í fimtaflokki í februar mánaða, og hesin munur má tí metast at vera tilvildarligur.

Tað er í øllum førum eingin umbering fyri at svimjiførleikin nú var verri í 2018 enn í 2011, at børnini vóru eldri í 2018. Tá átti tað heldur at verið øvut.

Mest sannlíkt eru tað ikki øll børnini sum ikki vita hvussu langt tey klára at svimja, ið klára at svimja longri enn 200 ella 25m, og tí er generelli svimjiførleikin mest sannlíkt eisini versnaður; um ikki so nógv at heili 5.8% færri klára 200 metrar, so í øllum førum nøkur færri.

Tí meta vit eisini, at tað er viðkomandi at hyggja at hinum viðurskiftunum sum kunnu hugsast at telja niður, men sum tíverri eru heldur ógreið í hesi samanbering. 

Næmingarnir tykjast at vera meira mettir av svimjing, við tað at fleiri nú ikki ynskja meira svimjing í skúlanum, men tað broytir tó ikki munandi um teirra hugsan um svimjing yvirhøvur. 

Um nakað, so er tað kanska tað at tey í 2018 eru munandi færri sum hava tikið svimjimerki, ið kann telja niður í teirra svimjiførleika. Hetta tí at óansæð svimjimerkjaskipan, so er her typiskt talan um eina stigvísa og greiða tilgongd, til at motivera og menna um svimjiførleikan.

Framhald

Hetta var so næsti partur í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Síðani hendan samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Takk

Takk til tykkum mongu sum hjálptu okkum við at fáa gjørt hesa kanning, umframt til Mentamálaráðið fyri at geva loyvi og Djóna Dalsgarð fyri at tasta alt inn.

Takk til børnini fyri at vera so røsk at fylla út.

Hóast úrslitini sum heild ikki eru so jalig, so kann eg avdúka at glottar eru at hóma, har tað í ávísum økjum vísir seg at standa heilt væl til við svimjiførleika.

Vit vóna at kunna gera eina líknandi kanning aftur skjótt, bæði til at fáa fleiri dátur og til at kanna møgulig rák, so sum um koronakreppan nú hevur havt nakra ávirkan.

Her er óivað nógv sum kundi verið frægari, men hetta er tað frægasta sum vit klára júst nú.

Við svimjikvøðu

Vegna SSF

Rókur

5 thoughts on “Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við somu kanning í 2011”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.