Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Gallup Føroyar kanning um somu tíð

Líka fáir vaksnir føroyingar klára norðurlendska kravið til svimjiførleika, sum børn í føroysku fimtaflokkunum – og støðan er heldur ikki nógv betri, um vit tosa um bara at klára éina longd í svimjihyli.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin fjórði í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Síðani hendan samanbering við Gallup-kanning í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Inngangur

Svimjisambandið keypti sær 5 spurningar í eini av regluligu Omnibus-kanningunum hjá Gallup Føroyar, um sama mundi sum tá ið vit spurdu næmingarnar í fimtaflokkum (í februar 2018).

Spurningarnir til tey vaksnu, vóru:

  • Dugir tú at svimja? (Ja, Nei, Veit ikki)
  • Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum til dømis fitjum? (svarmøguleikar sum í hesi kanning)
  • Hevur tú nakrantíð verið í vanda fyri at drukna? (Ja, Nei, Veit ikki/Møguliga)
  • Hvussu ofta svimur tú? (Tríggjar ella fleiri ferðir um vikuna, Eina ella fleiri ferðir um vikuna, Nakrar ferðir um mánaðin, Sjáldan, Ongantíð)
  • Samanumtikið, heldur tú, at tú hevur nóg góðar møguleikar at svimja? (Ja, Nei, Veit ikki)

Hartil grundspurningar sum hoyra til regluligu Omnibus-kanningina

  • kyn
  • aldur
  • øki
  • borgarlig støða
  • húski, børn
  • útbúgving
  • arbeiðsøki
  • bruttoinntøka fyri alt húskið

Tað var her serliga hasin eini spurningurin, um hvussu langt tey høvdu svomið, ið tilvitað var orðaður júst sum í hesi Svimjiførleikakanning, so av vit kundu samanbera svimjiførleika hjá vaksnum í hesi Gallup kanning, við tann hjá næmingum í fimtaflokki.

10. Svimjiførleiki

“10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?

Í Gallup-kanningini varð hartil beinleiðis spurgt: “Dugir tú at svimja”


Svimjarar sambært allýsing NSF

Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 200m ella longri


Næmingar og vaksin sum klára éina longd á stuttgeil

Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 25m ella longri

Samandráttur av samanberingini við Gallup Føroyar kanningina

Svimjiførleiki

  • 44% siga seg klára at svimja 200m, í mun til 44% í Gallup Føroyar kanningini
  • 63% siga seg klára at svimja 25m, í mun til 76% í Gallup Føroyar kanningini
  • 2% siga seg beinleiðis ikki at duga at svimja, í mun til 13% í Gallup Føroyar kanningini

Gevið gætur at føroysku tølini her eru nakað øðrvísi, tá ið vit telja saman heil prosenttøl, enn tá ið vit telja saman prosenttøl við einum desimali. Í hinum førinum vóru tey 43.3%, 61.6% og 2.3%.    

Týðandi tættir

  • 20%: 34% vita ikki hvussu langt tey hava klárað í skúlakanningini, í mun til 14% í Gallup-kanningini
  • 20%: 22% siga seg ikki hava klárað 200m í skúlakanningin, í mun til 42% í Gallup-kanningini
  • 13%: 63% siga seg hava klárað longri enn 25m í skúlakanningini, í mun til 76% í Gallup-kanningini  
  • 7%: 3% siga seg hava klárað stytri enn 25m í skúlakanningini, í mun til 10% í Gallup-kanningini
  • 7%: 10% siga seg hava klárað 100m í skúlakanningini, í mun til 17% í Gallup-kanningini
  • 7%: 19% siga seg hava klárað 200m í skúlakanningini, í mun til 12% í Gallup-kanningini
  • 7%: 6% siga seg hava klárað longri enn 1000m í skúlakanningini, í mun til 13% í Gallup-kanningini
  • 6%: 9% siga seg hava klárað 25m í skúlakanningini, í mun til 15% í Gallup-kanningini
  • 5%: 16% siga seg hava klárað 500m í skúlakanningini, í mun til 11% í Gallup-kanningini
  • 5%: 3% siga seg hava klárað 1000m í skúlakanningini, í mun til 8% í Gallup-kanningini

Fyribils niðurstøða

Tað er sera áhugavert at 44% siga seg hava klárað at svomið 200m ella longri, bæði í skúlakanningini og í Gallup-kanningini.

Tað kann sjálvsagt skyldast, at menning hóast alt er í svimjiførleikanum í Føroyum, so at fleiri nú klára at svimja 200m í fimtaflokki, og enn fleiri tí fara at hava klárað tað sum vaksin.

Men, tað kann eisini merkja, at tað tíverri er meira ella minni leyst og liðugt við svimijførleikanum, tá ið tú kemur í fimtaflokk.

At lutfalsliga fleiri vaksin hava klárað at svimja 25m í einum, kann skyldast nakað so einfalt sum økta styrki, at tey vegna sína stødd betur klára at svimja alla longdina uttan anding.

Aftur í hesum parti hava vit tó ta stóru óvissu, at so nógvir næmingar velja at siga seg ikki vita, hvussu langt tey hava klárað at svimja. Har er nógv vitan krógvað í hasum 34.2 prosentunum.

Sum heild eru munirnir tó yvirhøvur smáir millum hesar báðar kanningar, og kunnu kanska skyldast nakað so einfalt sum at Gallup-kanningin ikki umfataði øll vaksin í einum árgangi.

Framhald

Hetta var so fjórði partur í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Síðani hendan samanbering við Gallup-kanning í 2018
  5. Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Takk

Takk til tykkum mongu sum hjálptu okkum við at fáa gjørt hesa kanning, umframt til Mentamálaráðið fyri at geva loyvi og Djóna Dalsgarð fyri at tasta alt inn.

Takk til børnini fyri at vera so røsk at fylla út.

Hóast úrslitini sum heild ikki eru so jalig, so kann eg avdúka at glottar eru at hóma, har tað í ávísum økjum vísir seg at standa heilt væl til við svimjiførleika.

Vit vóna at kunna gera eina líknandi kanning aftur skjótt, bæði til at fáa fleiri dátur og til at kanna møgulig rák, so sum um koronakreppan nú hevur havt nakra ávirkan.

Her er óivað nógv sum kundi verið frægari, men hetta er tað frægasta sum vit klára júst nú.

Við svimjikvøðu

Vegna SSF

Rókur

3 thoughts on “Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering við Gallup Føroyar kanning um somu tíð”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.