Man var líka sum byrjaður at ivast í, um hylurin í Melbourne nú var so skjótur sum t.d. Shane Gould og Dawn Fraser hildu, tá áðrenn heimsmeistarastevnuna. Bara eitt sløð av ‘championship records’, og einki heimsmet. Men í dag skrædnaði av álvara.
Michael Phelps knústi heimsmetið hjá Ian Thorpe á 1:44.06, við at svimja 1:43.86. Pieter van der Hoogenband var langt aftanfyri á 1:46.73, og Tae Hwan Park varð nummar 3.
Nathalie Coughlin betraði um sítt egna met í 100 rygg, frá 59.58 til 59.44. Laure Manaudou varð nummar 3 og japanska Reiko Nakamura nummar 3.
Amerikanski Aaron Pierson fór sum tann fyrsti nakrantíð undir 53 sekund í 100 rygg, við at betra sítt gamla met á 53.17 til 52.98. USA varð eisini nummar 2 við Ryan Lochte, og bretski Liam Tancock fekk bronsu.
Og italska Federica Pellegrini tók metið hjá Franzisku van Almsick í 200 frí, við at svimja 1:56.47 har Franziska á sinni ‘bara’ svam 1:56.64. Týska Annika Lurz varð nummar 2 og polska Otylia Jedrzejczak nummar 3.
Amerikanska Kate Ziegler var minni enn éitt sekund frá at sláa elsta heimsmetið yvirhøvur, tá ið hon vann gull og betraði sína egnu persónligu tíð í 1500 frí við tveimum sekundum, til 15:53.05. Heimsmetið á 15:52.10 setti Janet Evans fyri 18 árum síðani. Sveisiska Flavia Rigamonti vann silvur og japanska Ai Shibata bronsu, meðan Manoudou einans varð nummar 8 í riðlinum av 8.
Tilsamans 4 heimsmet í morgun, sum geva hvørjum heimmet-takara 140.000 krónur í bonus frá FINA, afturat teimum umleið 67.000 krónunum sum hvør fær fyri gullheiðursmerkið 🙂