13. januar 2007 høvdu við hesi tíðindi á gomlu FLOT-heimasíðuni, um at Pál Joensen sum fyrsti føroyingur hevði svomið undir 16 minuttir í 1500 frí. Haldi at tað er uppá sítt pláss at finna eina lagkøku fram í januar 🙂
“Pál undir 16 í 1500 frí
Skrivað hevur Rókur í Jákupsstovu
leygardagur, 13 januar 2007
Tað frættist úr Vági, at Pál Joensen úr Vágs svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met í 1500 frí, við tíðini 15.56.21. Hann átti eisini gamla metið á 16.03.59, men kann nú hartil í allar ævir breggja sær av, at hann var fyrsti føroyingur undir 16 minuttir.
Ok, møøguliga hevur Jón Hestoy svomið skjótari, um enn ikki sum góðkent føroyskt met. Um vit leita á heimasíðuni hjá AGF swimteam, so finna vit hendan metlistan, har Jón Hestoy enn eigur metið hjá felagnum á langbana við 16.11.32 (sett í 1981 :-). Stuttbana-metið eigur ein Claus Z. Hansen við 15.47.48 (sett í 1982), so vit síggja ikki beinleiðis hvat Jón svam í einum 25-metrar-hyli sum tann í Vági.
Men í øllum førum nærkast Pál við sjeymílastevum. Undir 16 er enn so mikið gott, at tað á donsku ranglistunum fyri 2006 liggur umleið á topp-3 fyri danskar juniorar, í topp-5 fyri danskar seniorar, og ovast í árganginum hjá Pál (1990). Áhugavert er væl eisini, at vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005 var 16.01.39, og at oyggjaleikametið er 15.52.13. Alt annað líka, so burdi Pál jú bara blivið betri til í summar.
Og forrestin. Um FINA-roknarin hjá mær roknar rætt, so gevur hendan tíðin 759 stig, sum sambært hesum lista á ssf.fo er besta úrslit hjá monnum yvirhøvur, og triðbesta hjá føroyingum (tey bæði bestu úrslitini eigur Elspa Mørkøre, fyri 200 rygg og 50 rygg). FINA-stigini eru roynd at gera tað gjørligt at sammeta úrslit tvørtur um greinir og teinar, við at geva okkum ein fløktan frymil til at rokna út stig í mun til heimselituna (1000 stig verða ásett 4. hvørt ár av FINA sum meðaltíðin av 10 teimum bestu úrslitunum yvirhøvur, sí annars fina.org).”