Lesið á susvim.com og á dimma.fo. Gott at síggja at eisini venjarin verður viðurkendur fyri sín lut í bragdinum. Tey fáa heiðurin tí at Pál megnaði at gerast næstbestur í sínum aldurbólki í 1500 metra frísvimjing í øllum heiminum.
Lesið á susvim.com og á dimma.fo. Gott at síggja at eisini venjarin verður viðurkendur fyri sín lut í bragdinum. Tey fáa heiðurin tí at Pál megnaði at gerast næstbestur í sínum aldurbólki í 1500 metra frísvimjing í øllum heiminum.
Eitt stórt tillukku til tykkum báðar, Jón og Pál
Pál hevur fingið so mangan heiður hetta seinasta árið, og tað er fullt uppiborið.
Ein av mest týðningarmyklu persónunum aftanfyri hesi avrik, venjarin Jón Bjarnason, fer við hesum, eina fullt uppiborna viðurkenning fyri sítt arbeiði, og síni FRAMÚR góðu evni sum venjari.
Føroya besti svimjari, ítróttarmaður og venjari, fara hvønn einasta dag, onkuntíð fleiri ferð um dagin, til arbeiðis, í svimjihøllini í Vági; eru okur veruliga klár yvur hvat teir (og allir svimjararnir) leggja fyri dagin, til tess at náa hesi úrslit ?
Eg skjóti onkuntíð onnur lokal ítróttarfólk við hesum, serliga innan lið-ítrótt, um tey løgdu á leið helvtina fyri dagin, sum okkara svimjarar gerða, so stóðu mong teirra á ovastu rók ! (Tvs. at tey skuldu vant 4-5 ferð 2 tímar um vikuna, 11 mánaðir um árið !!!)
Tað er venjing, venjing og aftur venjing; Tað er í dagligdegnum, at slagið verður vunnið, og Ikki á sjálvum kappingardegnum – tað er bert avgreiðsla ! Hetta vita og viðurkenna Pál og Jón.
Tillukku tit báðir, og tey allarbestu ynski, og góða eydnu, framyvur.
Vinarliga heilsan
Heri Mortensen
Takk fyri Heri, tað “lunar” eitt sindur við einum herðaklappi.
Eg helt skemtandi fyri at eg kanska skuldi royna at vinna hendan heiður næsta ár, men solo. Pál helt fyri, heldur turrisliga, at um Sumo Wrestling kom við, so hevði eg ein møguleika 😉 hehe.
Men rætt skal verða rætt, eg og Pál brúka nógva tíð í hylinum í Vági, og eingin ivi skal verða um, at úrsliti kemur fyri ein stóran part har frá.
Men atmosferan runt um okkum er, og verður gjørd av felagskapinum SUSVIM saman við Kissaba og Susie, og eingin má gloyma hvussu umráðandi tað er at ein trívist har ein brúkar ein so stóran part av sínum lívi.
Nevndin í Susvim hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði, og karmarnar um okra venjing kunnu okur takka Vágs Býráð og starvsfólkinum í svimjihøllini fyri. Tá ið alt hettar passar so gott saman, ja so er gamaní at vera venjari og svimjari. Takk fyri øll somul.
Takk Jón og til lukku tit báðir. Úrslitini eru øgilig í sær sjálvum, men tað er eisini at fegnast um at vit við Jón hava fingið lokalu svimjivenjararnar á heimskortið hjá føroyingum, har tað annars ofta fyrr hevur ljóðað sum um bara landsliðsvenjarin gjørdi nakað. Tað smittar av upp á okkum aðrar eisini 🙂