Sum tit kunnu lesa her á SwimNews.dk, so svam danski Mads Glæsner í kvøld 7.56.21 í 800 frí á langbana, á Øst Langbane mesterskaber i Ballerup. Hetta er 0,69 sekund skjótari enn danska og norðurlendska metið sum Pál Joensen setti á EJM í Beograd í summar. Anders Lie varð nr 2 við 8:31.35, og Mads Petersen nr 3 við 8:33.37.
Kanska teir hittast aftur til DM í Esbjerg sunnudagin t.12. apríl 2009.
Seinast vann Mads við 11/100 part sekund. Og Pál lærdi av tí, og vann EJM finaluna í 400m við 11/100 part sekund.
Men okkurt sigur mær, at ein hesuferð skal svimja undir 7:50 fyri at vinna DM finaluna í 800m frí :o)