Sambært greinini í The Wall Street Journal her, so kann Speedo nú framleiða 80.000 Speedo LZR Racer draktir um árið, sum til amerikanska prísin $550 fyri hvørja merkir at Speedo selur fyri 44 milliónir dollarar í hesum draktum um árið, ella 242 milliónir krónur. Samstundis eru amerikansk universitet sum Auburn í kreppu, av at skula skaffa einar 20.000 dollarar um árið til draktir, ella einar 110.000 krónur, har tey fyri fáum árum síðani kundi klára seg við nøkrum fáum hundrað dollarum.
Tannáringarnir plága tí foreldur síni til at keypa hesar draktir, so at tey skulu kunna fylgja við teimum sum hava. Summi universitet royna seg við at keypa brúktar draktir frá amerikanska landsliðnum, sum tó vísir seg at vera eitt vánaligt hugskot, við tað at tær jú sambært Speedo bara klára 30 tímars nýtslu, og í veruleikanum ofta minni, har skaði á teimum yvirhøvur verður skýrdur at vera vegna vánaliga handfaring hjá svimjaranum.
Auburn hevði ikki enn fingið sínar draktir, tá ið handan greinin varð skrivað, og tað er væl symptomatiskt fyri hvussu nógv draktirnar broyta ítróttin, tá ið har við tilvísing til hjálparvenjaranum hjá teimum stendur: “the most important moment of this week’s NCAA Division I Championship meet will occur when the team arrives at its hotel and finds out whether Speedo has delivered its high-tech LZR Racer swimsuits”.
Tak aðrar viðmerkingar í greinini, so sum at tjúkkir og dovnir svimjarar fáa mest burtur úr draktunum: “Most troubling to coaches, the suits seem to help the flabby, lazier swimmers the most, because their fat gets compressed but remains more buoyant than dense muscle, allowing them to float higher in the water and swim faster”. Og at Dennis Dale, høvuðsvenjari hjá University of Minnesota sigur “I’m very disappointed that our sport has come to a point where I have to be as concerned with the swimsuits as I am with the swimmers”. Og “I’ve spent as much time finding suits this season as I have on anything else”.
4×200 yard frístafettin hjá kvinnum á Southeastern Conference Championships, í síðsta mánaða, varð avgjørd tá ið draktin hjá Aleksandra Putra frá University of Georgia skrædnaði, og hon tí svam 1.5 sekund spakuligari enn vanligt. Luther College fekk 10 svimjarar ígjøgnum onkra kvalifikatión í fjør, men hevði ikki ráð til tær fínu draktirnar í ár, og fekk so bara éin við. Forkvinnan í reglugerðarnevndini hjá NCAA sigur at tað er ikki vist at hesar nýggju draktirnar gera mun. Men venjarar eru yvirhøvur ikki í iva. Draktirnar gera mun, og skulu til, um tú skalt kunna nakað í dag.
Eitt sum slær meg, tá ið eg igen-igen føli meg noyddan at koyra eina anti-superdrakt-grein á heimasíðuna – hesu ferð tí at tað eru ein verulig avís sum The Wall Street Journal sum tekur trupulleikan upp – er at eingin veruliga týðandi longur tykist at vilja stilla seg fram at verja draktirnar.
Er tað veruliga eingin grein ella blogga ella líknandi, har onkur rímiliga høgt uppi í altjóða svimjing hevur skrivað at hesar draktir eru góðar fyri ítróttin? Tað er torført at yvirhøvur royna at virka ópartískur, tá ið øll eru ímóti 🙂