Tíðindaskriv frá SSF
Tað gjørdist sum væntað ein øgiligur kampur millum teir báðar Pál Joensen og Mads Glæsner, tá ið teir í dag kl 16 svumu 1500 metra frí finalu, á donsku meistarastevnuni í Esbjerg. Pál legði hart út og førdi so gott sum allan vegin, við Mads undir liðini, inntil Mads eftir umleið 1200 metrum setti eyka ferð á og sleyt seg frá Pál, við ófatiligum splitt-tíðum sum til dømis 56.11 sekund teir síðstu 100 metrarnar. Pál gjørdi fyri so vítt ongan feil, og fór við tíðini 15:02.80 eisini undir tað nú fyrrverandi norðurlendska metið hjá Mads Glæsner, sum var 15:03.33 frá OL í Beijing í 2008. Men Glæsner svam enn skjótari, og gjørdist við nýggjum meti á 14:58.55 fyrsti norðurlendingur nakrantíð undir 15 minuttir. Vit frætta tó úr Esbjerg at Jón Bjarnason er heilt væl nøgdur, og væntar at Pál fer at koppa Mads, tá ið hann um nakrar mánaðir hevur havt møguleika at venja í langhyli.
(Pál og Mads Glæsner, eftir teir 1500 í Esbjerg. © Jón Bjarnason 2009)
Í eftirfylgjandi kapping setti Shaila millum Garðarnar føroyskt met í 50 frí, við tíðini 27.32 sekund, har hennara gamla met frá donsku meistarastevnuni í fjør var 27.48. Ein tíð sum tíverri var akkurát ov stutt til at náa at koma í finaluna í morgin.
Tey eru ikki heilt liðug at kappast enn í Danmark, og tit frætta tí meira um eina løtu, tá ið Elspa hevur svomið finalu í 400 frí.
Fylgi annars við á www.fsvim.com, www.susvim.com, og www.svimjing.com
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754
Elspa svam 4.20.35 í 400 frí, sum var besta tíð hjá henni við yvir tveimum sekundum, men tó ikki nóg mikið til at klára kravtíðina til HM á 4:11.74. Men tað var so enn eitt silvurheiðursmerki, umframt tað sum hon við tíðini 30.12 vann í 50 rygg í kvøld. Hon hevur nú vunnið eini 3 silvurheiðursmerki og 1 bronsuheiðursmerki, á donsku meistarastevnuni í Esbjerg.
DURING the fourth night of action at the Denmark Long Course Championships held in Esbjerg, Mads Glaesner became the first sub-15:00 miler in Denmark’s history.
Glaesner clocked in with a sterling time of 14:58.55 in the men’s 1500 free. The effort crushed his previous national record of 15:03.33 set at the Beijing Olympics. Additionally, Pal Joensen made some noise with a swift 15:02.80 for second place.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/20896.asp?q=Denmark%20Long%20Course%20Championships:%20Mads%20Glaesner%20Clears%2015:00%20in%20Fourth%20Day
SwimNews.dk hevur eisini funnið pláss til Pál í teirra ummæli:
I aftenens første finale lykkedes det for Mads Glæsner (Sigma) at sænke både den danske og nordiske rekord, samt blive den første dansker under 15 minutter. Glæsner tilbagelagde distancen i tiden 14.58.55, og svømmer dermed 4.78 sekund under hans egen rekord fra de olympiske lege i Beijing.
Andenpladsen tog Pál Joensen (Aalborg) sig af med 15.02.80, en tid der også var under den gamle danske og nordiske rekord. Tredjepladsen tog junior svømmeren Anders Lie (Farum) sig af med 15.55.85.
http://www.swimnews.dk/?582
Fólk byrja at halda at Pál er ordiliga lítil, av at síggja hann saman við hasum kempunum 🙂
hehe ja kanska ein mynd av Jacob Carstensen og Pál, Jani Rusi og Pál, ella Nicolai Graae Hansen og Pál hevði fingi tykon heilt upp úr stólinum, tí teir eru allir nógv størri enn tær kempurnar sum tykur tosa um :o)
Ein amerikumaður segði til stuttleikar, at besti langteinarin hjá teimun Erik Vent, brúkar stiga fyri at koma í sínar Nike skógvar, hesin Vendt er 5 ft 11 inches, ella uml 180cm, ella líka stórur sum Pál Joensen.
Ja Pál Joensen og Erik Vendt eru kanska ikki stórur, men hava vunnu á nógvum kempun.
Vendt var fyrsti USA svimjari undir 15min í 1500m frí, tað var í 2000 at hann svam 14:59,11 til US Olympic trials, hann var tá 19 ára gamal.
15/5 2008 svam Erik Vendt 14:46,78 og var tá heimsins skjótasti á teininum. Nógv meinti at hetta var komandi OL meistarin, men so var ikki, hann gjørdist sjúkur upp til US trials, og kom ikki við.
The point I’m trying to make is this, tað ger einki at Pál er 180cm, hann er designaður til at svimja skjótari enn eg og tú, og tí ger hann tað. Hann skal nokk klára seg, og tað betur enn hasin amerikanarin Vendt.
Swimming World skrivaði jú: Pál Joensen made some noise with a swift 15:02.80 for second place.
Og har er meira at koma eftir, kanska longu í morgin 😉
OH MY GOD… onkur er gott nokk móður eftir hasar 1500. Men er hatta ikki Pál, hóast har stendur Glæsner?
http://www.dr.dk/Sporten/Oevrig_sport/2009/04/10/222346.htm
hatta er OKKARA Pál (Jú Jón, hann er okkara!).. sjálvt um hann stendur at vera Glæsner undir myndini!!..
tit kunna eisini sleppa at lána Turið, so skal Pál nokk síggja út sum ein ræðulig kempa!!
Á tv2.dk sigur Mads Glæsner um at svimja undir 15 min.:
“Det er rigtigt, rigtigt, rigtigt dejligt. Det er noget jeg har villet i lang tid, og det var meningen at jeg skulle have gjort til OL, men et dårligt løb forhindrer mig i det, og det er rigtigt, rigtigt dejligt at gøre.”
Videobrotið sæst her.