Heilsan frá Bjarnasyni: “Nú eri okur so farnir at seta fokus á bringusvimjingina. OL silvur, og Evropa rekord haldarin Alexander Dale Oen er jú komin, so tað er upplagt. Gard Kvale sum er besti firvald, langt frí og blandað svimjari hjá Norra er her, so her ér stórt potentiali í hvørjari venjing”.
(Gard Kvale, Alexander Dale Oen og Pál Joensen í hylinum í Calella)
Tað er her teir venja …
http://www.crolcentrecalella.com/eng.html
View Larger Map
Eg veit ikki um tað er perspektivið, vatnið ella onkur optisk illusión, men Alexander Dale Oen sær ikki størri út enn Pál. 😎
Tú nevnur Perspektiv, vatn og optiska illusión og gloymur at hugsa um egnu eygu :o)
Tvætl.. Alex er størri enn Pál, eitt sindur minni enn eg, men væl størri enn Gard ? Hjálpir hetta ?
Støddin í dag hevur ikki nógv at siga, lukkuvís er tað soleiðis, at hóðast sokallaðir klókir menn koma og siga sína meining um nøkur ting, so er mangan soleiðis, at hendan meiningin er basera uppá kanningar frá 80-90’inum, og tí er hon ikki sooo eftirfarandi og hetta hjálpir okon ikki nógv beint her og nú… uttan so, at tað SKAL geva okon trúgv uppá at fara okra egnu vegir, ikki altíð lurta eftir hvat í onnur gera. Sum til dømis alt hetta við Jaked hypinum… hvat havi eg sagt alla tíðina… Freddy ER BETUR/SKJÓTARI enn Popov, og okur koma ikki at bíða so leingi eftir prógvinum.
Alt ov nógv mennisku í svimjiheiminum hava gjørt sær eina meining útfrá tí sum tær nissurnar (Lord & Co.) sum rópa harast hava at siga. Hetta ger ikki nakað meira rætt, men bert meira sannlíkt hjá teimun sum ikki hugsa seg um eitt sindur logiskt. Góða nátt.. okur hoyrast eftir Mare Nostrum ;o)