The Morning Swim Show vísir nú hvørja viku okkurt landøvilsi, har tað í hesi viku er “a tough dryland exercise at the University of Arizona“. Byrjar umleið 6 minuttir inni í sendingini …
Talan er um øvilsið “russian hamstring curl”, sum venur bæði lærið aftan og búkin. Her niðanfyri er tað ein flogbóltsgenta sum vísir hvussu øvilsið skal gerast …
Nú tú tosar um RUSSIA, so kann eg bara siga at okur eru komin fram í øllum góðum. Fara at venja nú um 25min.
Okur vóru í sama flogfari sum DK og búgva saman við teimun. Her er fínt gratis internet á hotellinum. Hotelli er fínt, okur hava so ikki roynt matin enn… soooee 😉
Annars er Pál tilmeldaður sum Djóni Dalsgarð, vónandi ber til at broyta tað, tí annars skal Djóni svimja 400m frí um ikki sooo nógvar tímar. Klokkan er 3 tímar framman fyri FO tíð, so skunda tær Djóni 😉
Puha, eg havi faktiskt verið har, í kjallaranum á “Olimpiyskiy”, og hasir russisku arrangørarnir eru altso tungir at dansa við. Riggaði ikki fyrr eg royndi at hutlað meg ígjøgnum á russiskum.
(“Spasiba” merkir takk á russiskum. Trykk á i-ið… “spasiiba”)