Tanja 2:09.04 og juniormet í 200 frí

CIMG3133Vit frætta nú úr svimjihylinum í Vági, at Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett nýtt føroyskur juniormet í 200 frí, við tíðini 2:09.04. Cecilia Eysturdal úr Ægir átti metið á 2:09.46, frá Meistarastevnuni fyri Ung í vár.

Eitt megnarbragd hjá ungu Tanju, sum her setur juniormet hóast hon fyrst um gott eitt ár fer at hava veruligan junioraldur, og tá hevur tvey ár í junioraldrinum. Um vit skulu samanbera við ynskiligt støði hjá okkara bestu svimjarum í hasum aldri, so setti SSF kravtíð til NJM nú í desember at vera 2:14.84 til yngra juniorárgangin, og 2:11.13 til eldra. Hon er altso meira enn 2 sekund skjótari enn harðastu kravtíð, og upp í móti 6 sekund skjótari enn lættaru; men samstundis ov ung til at kunna luttaka á NJM.

Stórt til lukku til Tanju og Suðuroyar Svimjifelag !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.