Crippen fekk ongan venjara við til Dubai

SwimNews.com avdúkar nú, at amerikanska liðið ikki hevði nakran offisiellan venjara ella líknandi við sær til Dubai, tá ið Fran Crippen druknaði har í oktober mánaða. Tað sum fyrr hevur verið kallað ‘venjarin’, var eitt foreldur at einum av svimjarunum, sum hevði betalt fyri túrin úr egnum lumma, og sum ongan kjans hevði at fylgja við øllum teirra svimjarum í senn. Á fýra út av sjey World Cup stevnum var eingin við amerikanarunum yvirhøvur; hóast Fran Crippen fyrr hevði víst á tørvin, og hevði sent umbøn til Chuck Wielgus stjóra í USA Swimming bara 9 dagar áðrenn lagnudagin í Dubai.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.