Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Við tíðini 14.46.33 knústi Pál norðurlendska metið við meira enn 10 sekundum í 1500 frísvimjing, seinasta finalukvøldið til 14nda Fina Heimsmeistarastevnuna í Shanghai, Kina. Pál gjørdist nummar fýra 7 tíggjundapartar eftir Gergo Kis úr Ungarn, ið enn einaferð kom framum við einum sterkum endaspurti.
Pál lá á einum tryggum triðjaplássið fram til 1300 metrar har hann og Gergo Kis lógu javnur, og endaði Pál so á einum fjórðaplássið 67 hundraðpartar eftir Gergo Kis.
3 norðurlendsk met og fjórðbesti í heiminum
Henda heimsmeistarastevnan í Shanghai hevur av sonnum sligið fast at Pál er millum teir bestu í heiminum á teimum longu teininum. Eitt fimtapláss í 800 frísvimjing og fjórðapláss í 1500 frísvimjing. Í 800 frísvijimjing knústi hann norðurlendska metið hjá Mads Glæsner við knøppum sjey sekundum. Í 1500 frísvimjing betraði hann sítt egna norðurlendska met við 33 hundraðpørtum í innleiðandi og knústi tað í finaluni við 10 sekundum og 33 hundraðpørtum. Í innleiðandi var hann 15 sekundir undir kravtíðina til Olympiski leikirnir og í finaluni 25, fimmogtjúgu, sekund undir kravtíðina. Eitt einastandandi avrik, ið gevur góðar vónir til føroysk heiðursmerki næsta á í London.
HM liðugt
Tann 14nda Fina Heimsmeistarastevnan í Shanghai, Kina er nú liðug. Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at til hetta HM kláraði Pál Joensen øll síni mál og gott og væl tað.
Vegna Svimjisamband Føroya
Jon Hestoy, formaður