Jóhanna 2:18.50 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á stuttgeil

Jóhanna Ólavsdóttir (2007, Ægir) setti nú seinnapartin flott nýtt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir Open í Klaksvík svam seg til úrslitið 2:18.50. Jonna B. Thomsen (1996, FS) átti nú farna metið á 2:18.67, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak 1/100-part frá metinum hjá Páli í 200 frí

Isak Brisenfeldt (2006, HS) var í gjárkvøldið so nær føroyska metinum í 200 metra frísvimjing, sum man kann koma, tá ið hann á Ægir Open svam seg til úrslitið 1:46.62. Metið hjá Páli Joensen (1990, SuSvim) er nevniliga 1:46.61, éin hundraðpart skjótari enn tíðin hjá Isaki nú, frá ‘superdrakt-tíðini’ á EM á stuttgeil í Kroatia í 2008. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak. Sabina Poulsen eigur myndina

Fróði 1:02.98 og undir føroyskt juniormet í 100 bringu á stuttgeil

Tað sær út til at Fróði Hansen (2008, Ægir) setti nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á Ægir Open í gjárkvøldið svam seg til úrslitið 1:02.98. Róland Toftum eigur skrásetta metið á 1:03.43, frá stevnu í Havn í 2016, og besta tíð h´já Fróða áðrenn hetta var 1:04.22 frá NM/NJM í Íslandi í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Kate Douglass 49.64 og heimsmet í 100 frí á stuttgeil

Amerikanska Kate Douglass setti í nátt stórt nýtt heimsmet í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á amerikansku úttøkustevnuni hjá HM 2026 í Kina svam seg til úrslitið 49.64. Hon átti sjálv heimsmetið á 49.93 frá World Cup stevnu í Kanada í 2025, og er enn einasta kvinna undir 50 sekund á 100-metrinum.

Jack Alexy 44.64 og heimsmet í 100 frí ´a stuttgeil

Amerikanski Jack Alexy setti fyri løtu síðani stórt nýtt heimsmet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á amerikansku úttøkustevnuni til HM á stuttgeil 2026 svam seg til úrslitið 44.64 sekund. Australski Kyle Chalmers átti heimsmetið á 44.84 frá World Cup stevnu í Kazan í 2021, umframt russiski Egor Kornev sum tangeraði hesar 44.84 á World Cup stevnu í Baku nú í 2026.

Claire Curzan 53.92 og heimsmet í 100 rygg á stuttgeil

Amerikanska Claire Curzan setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á amerikansku úttøkustevnuni til HM á stuttgeil 2026 svam seg til úrslitið 53.92 sekund. Amerikanska Regan Smith áttið heimsmetið á 54.02 frá HM á stuttgeil í Budapest í 2024, og er Curzan sostatt fyrsta kvinna undir 54 sekund í hesi grein.

Startlisti til Ægir Open Oktober 2026

Her er startlistin til svimjistevnuna Ægir Open Oct 2026, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú fríggjakvøldið hin 30. oktober til sunnudagin hin 1. november 2026. Hetta vikuskiftið er síðsta freist at klára kravtíð til HM á stuttgeil í Kina og NM/NJM í Litava í desember, og luttøkan er tí eisini stór í Klaksvík.

Startlistarnir síggjast her: https://live.swimify.com/competitions/aegir-open-oct-2026-2026-10-30/events/6/1/entries