Avstralska svimjistjørnan Grant Hackett var heldur óheldigur, tá hann síðsta vikuskifti kappaðist í Melbourne. Hann gleið á skamlinum, og lendi tí pladask á búkinum. Men tað var ikki verri enn at hann vann teir 400 crawl, við eini 200 metra splitt-tíð á 1:51.60 og eini samlaðari (langbana-) tíð á 3:54.17.
Talan var lukkutíð bara um eina vanliga kapping, har hann skuldi testa seg áðrenn HM í sama býi um nakrar vikur. Hackett kundi sjálvur flenna at hendingini, og segði at tað var tí at hann brúkar track start og lítir so nógv á aftara fótin. Ein troyst var eisini at ein annar frá sama felag gjørdi sama stunt, við sama starti.
Hackett sigur seg ætla at svimja teir 400 í HM við eini tíð á 3:43-3:44. Nýliga steðgaði Ian Thorpe hevur heimsmetið á 3:40.08, men Hackett eigur tað á stuttbana við 3:34.58, umframt bæði á 800 metrum (ávíkavist 7:38.65 / 7:25.28) og á 1500 metrum (ávíkavist 14:34.56 og 14:10.10).