Nú ber tað til hjá brúkarum her at melda seg til ella frá ein teldupostlista, sum ger tað lættari at senda teldupostar út til øll. Til dømis um man hevur onkur áhugaverd ella átroðkandi tíðindi, sum áhugaði burdu fingið at vitað um beinan veg.
Ein teldupostlisti er ein slags postsentralur sum tekur ímóti og sendir víðari teldupostar. Fólk melda seg til tænastuna; og so er bara at senda teldupostar til news[kurla]svimjing.com, til at øll tilmeldaði fáa boðini. Og øvut er tað lætt at melda seg frá aftur, ífall at tað vísir seg at man allíkavæl ikki er áhugaður í tað sum verður sent ígjøgnum skipanina.
Um tit longu eru á onkrum teldupostlista á alnetinum, so er talan mest sannlíkt um somu Mailman skipan sum her. Hon er eitt sindur gamaldags í sniði, men er robust og fylt við øllum møguligum trygdarfunkum, til at umganga spam og ov stórar teldupostar og so framvegis. Umframt at eg sum ein eyka trygdarfunka havi avgjørt, at einans tilmeldaðir brúkarar kunnu senda inn teldupostar til listan.
So tað er væl bara at royna, um skipanin er nakað fyri tykkum. Annaðhvørt við at brúka funkuna sum er her úti til vinstru hjá skrásettum og innritaðum brúkarum, ella at hyggja á teimum meira nørdutu síðunum her. Nørdasíðurnar og umsitingar-teldupostarnir tosa tíverri danskt enn, av tí at eg ikki havi tikið meg saman til at týða tað til føroyskt. Og tí at eg mátti velja okkurt norðurlendskt, til at fáa ‘ð’ og tílíkt at rigga.
Forrestin, ikki stressa um at teldupostadressan til tíðir eitir news[kurla]lists.svimjing.com og til tíðir news[kurla]svimjing.com, tí báðar gera tað sama. Og um tit ikki tíma at skráseta tykkum á svimjing.com bara fyri at sleppa á teldupostlistan, so riggar tað útmerkað at gera tað har yviri á donsku nørdasíðunum. Tilmeldaðir brúkarar kunnu eisini kaga í arkivið, sum goymir allar teldupostar sendar til news[kurla]svimjing.com.
Eg havi fyribils samansett skipanina soleiðis, at einans umsitarar kunnu síggja hvørji sum eru tilmeldað listan. Møguleiki er annars at loyva øllum tilmeldaðum at síggja hvør annar sum er tilmeldaður, ella at lata hann vera almennur. Men eg helt at hetta fór at avskrekka minst, ífall man ikki er áhugaður í at enda á øðrum listum eisini. Eitt annað val hjá mær var at lata øll tilmeldaði síggja hvør ið upprunaliga sendi teldupostin inn, heldur enn at skifta hann út við news[kurla]svimjing.com.
Her er enn eingin funka til at fáa teldupostar beint á forsíðuna ella tílíkt, ella at tíðindina fara hinvegin út til teldupostlistan. Men tað kemur vónandi seinni, tá ið eg havi fingið testað tær funkurnar betri.