Landsliðið komið fram til Melbourne

Fylgið við á tsvim.com og ssf.fo, har landsliðsvenjari og svimjisambandsformaður siga frá ferðini til Avstraliu. Eftir øllum at døma gongur tað fínt; tey hava ferðast frá fríggjakvøld til mánamorgun, við einum steðgi í Keypmannahavn har tey m.a. høvdu tíð til at venja. Nú komu tey so fram til Melbourne tíðliga mánamorgun, sum er sunnukvøld her hjá okkum.

4 thoughts on “Landsliðið komið fram til Melbourne”

  1. Havi hugt eftir myndini av svimjilandsliðnum saman við Teiti. Har er okkurt, ið ikki passar, har er Jón og Palli og so eru 5 svimjarar, eru tað ikki bara 4 svimjarar í Australia?

  2. Ja hattar er Maria Z, hon er okkara WaterGirl her Down Under!

    Annars eru fleiri foroyingar her, og nokur voru her sum Fo-Fjepparar sunnumorgun, tad var sera hugnaligt 🙂

  3. Ja, nú skilji eg tað heila. Undraði meg bara yvir at 5 svimjarin, ella DownUnder WaterGirlin eisini var í landsliðsbúna.

    Spurin, ið hevur fingið svar

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.