Polska Otylia Jedrzejczak er dømd 9 mánaðir treytað fongsul og 270 tímar samfelagstænastu (30 tímar um mánaðin í 9 mánaðir), umframt frádøming av koyrikortinum í eitt ár, fyri at hava verið atvold til ferðsluvanlukkuna sum drap beiggjan. Hon var ikki til staðar í rættinum, tí at hon fyrireikar seg til HM í Melbourne.
Jedrzejczak er forsvarandi HM og OL meistari í 200 firvald hjá kvinnum. Hon hevur sligið heimsmetið tvær ferðir, sum tó nú er í hondunum á avstralsku Jessicah Schipper, ið eisini skal kappast í Melbourne.
1. oktober 2005 royndi Otylia Jedrzejczak at yvirhála eina røð av lastvognum á einum tvey-sporaðum vegi nær Plock í Pólandi, tá ið hon mátti snara av vegna mótkoyrandi ferðslu og rendi á eitt træ. 19 ára gamli beiggin Szymon doyði av stoytinum, meðan hon sjálv fekk skaða í ryggjageislarnar og høvdið, og tí var burtur frá svimjingini í 2 mánaðar. Hon kann kæra dómin.
Tíðindini her eru sjóðað saman av tíðindum á eurosport.com, swimmingworldmagazine.com og swimnews.com