Frálíkar myndir úr Melbourne

HM er ein frálíkur møguleiki hjá føroyskum svimjarum at koma at heilt tætt uppá størstu svimjistjørnur yvirhøvur. Øll sita rættiliga tætt saman, tá ið man hugsar um at tey eru yvir 2000 tilsamans sum svimja, og at tey hava venjarar, fysioterapeutar o.t. tætt hjá. Her eru tríggjar myndir, sum Reidar á tsvim.com hevur verið so beinasamur at senda mær, frá teimum á kantinum í Avstraliu.

Her er Kristian Olsen saman við svianum Lars Frölander, OL-gullvinnari í 100 frí í Sydney 2000, fleirfaldur heimsmeistari og evropameistari (mest í firvald), sum eina tíð hevði heimsmetið í 100 firvald í stuttum hyli (25m). Frölander er, sum tað sæst, ikki serliga høgur, men hevur vunnið tann vansan inn aftur við at vera framúr góður til vendingar.

Á næstu mynd síggja vit Juttu Thomsen av Tvøroyri saman við avstralsku Lisbeth ‘Libby’ Lenton, fleirfaldur heimsmeistari í 50 frí, 100 frí og 100 firvald, OL-bronsuvinnari í 50 frí og OL-gullvinnari í 4 x 100 frí. Har Frölander kanska er eitt sindur á veg út nú (hann er eini 32 ár nú), er Libby Lenton veruliga í hæddini beint nú – hon hevur longu vunnið gull í 100 firvald og 4 x 100 frí, á stevnuni í Melbourne.

Og SSF-formaðurin Palli Ziskason hevur funnið polsku Otyliu Jedrzejczak, kontroversiellur OL-gullvinnari í Athen 2004, fleirfaldur heimsmeistari, evropameistari og heimsmethaldari í 200 firvald. Kelinavn ‘Otty’… vita Bogi Lenvig, Kristoffur Hentze og eg alt ov væl, eftir at hava sitið aftanfyri polska landsliðið alt EJM í Moskva í 1999.

One thought on “Frálíkar myndir úr Melbourne”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.