Phelps svimur nú skjótari firvald enn Spitz svam frí

Sum kunnugt jagstrar Michael Phelps metið hjá Mark Spitz, at vinna sjey gullheiðursmerki á einum og somu olympisku leikum. Vit fáa at síggja næsta ár, um hann klárar tað í Beijing, men Swimnews hevur her eina grein um m.a. hvussu ófatiliga skjótt Phelps svimur, til at røkka hesum máli. Har er nógv áhugavert eisini um kvinnusvimjingina, so eg royni sum frægast at týða tað besta úr greinini, her í tí fylgjandi.

Michael Phelps setti fyri einum mánaða síðani heimsmet í 200 frí við 1:53.71, og setti tað so aftur í gjár við 1:52.09. Ein betring á 1.62 sekund er størsta betring í 48 ár. Mark Spitz vann 200 firvald í München í 1972 við 2:00.70, og 200 frí við 1:52.78, og Phelps er altso nú skjótari í 200 firvald, enn Spitz var í frí.

Phelps er tó einsamallur at svimja so skjótt. Wu Peng, sum varð nummar 2 í 200 firvald í gjár, var 3.04 sekund aftanfyri Phelps. Hetta er væl og virðiliga størsta glopp nakrantíð í greinini, við tað at tað til nú hevur verið hildið at vera ófatiliga gott at týski Michael “The Albatross” Gross í 1986 vann við 1.83 sekundum.

Genturnar forbetra seg eisini við risalopum, og eru nú væl á veg at svimja líka so skjótt sum Mark Spitz. Manaudou setti heimsmet í gjár við 1:55.52, har Spitz sum nevnt svam 1:52.78. Hetta ljóðar kanska sum eitt ógvusligt lop, men Manaudou hevur faktiskt betrað seg við minst líka nógvum, seinastu árini. Hon vann OL gull í 2005 við 2:00.05, svam 1:57.81 í fjør, og nú 1:55.52.

Annika Lurz úr Týsklandi betrar seg eisini skjótt. Hon svam sum 25 ára gomul 2:04.53 í 2004, 1:59.99 í 2005, og 1:56.73 í november í fjør. Altso næstan 8 sekund, so mikið seint í karrieruni.

Eisini stuttligt at lesa hvussu Manaudou fyrireikaði seg til teir 200 frí. “Manaudou’s warm-up consisted of sitting on a seat at the end of lane 4, staring at the pool for the best part of 45 minutes. She then did a 600m paced swim, without much variation and break-up, and got out, her focus singular”

Nógv annað áhugavert er í greinini, so sum at Phelps nú við 18 heimsmetum er nummar 2 á metlistanum av flestu heimsmetum yvirhøvur, við bara Mark Spitz omanfyri (hann setti 26 tilsamans í karrieruni).

Og Michael Phelps um hví hann svimur so skjótt: “I’ve got no secret, it’s just training, training, training and I think I showed that. I was not nervous, it’s a sort of excitement that makes me sprint out.”

Lesið alla greinina á Swimnews.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.