Ja nú hava so øll fýra sett føroyskt met, sum eru til HM í Melbourne. Mona Simonsen úr TS svam teir 800 á 9:18.65, og betraði harvið gevaldiga um sína persónligu bestu tíð á 9:35.39. Hetta flutti hana eini 9 pláss fram á úrslitalistanum, frá 44 av 51 til 35 av 50. Kristian Olsen varð við 24.65 nýggju tíggjundapartar ov stuttur til at betra um sítt egna met í 50 frí, á 24.56.
Pál Joensen og Jutta Thomsen hava eisini svomið væl, um enn meira ‘deyðiligt’ enn Mona. Pál betraði seg frá 26.88 til 26.03, og Jutta frá 9:33.64 til 9:32.79. Hetta gav Pál eina endaliga plasering sum nr 115 av 191, og Jutta eina sum nr 42 av 50. Kristian Olsen endaði sum nr 77 av 191.
Jutta Thomsen átti forrestin føroyska metið í 800 frí, við teimum nevndu 9:33.64, sum hon svam á EJM á Mallorca í 2006. Báðar svumu tískil undir føroyska metið, um enn Mona gjørdi tað væl ógvusligari enn Jutta.
Saman um tikið hava føroyingarnir nú sett 5 føroyskt met á HM í Melbourne. Jutta Thomsen í 200 frí við 2:10.81, Mona Simonsen í 800 frí við 9:18.65, Kristian Olsen í 100 frí við 54.43, og Pál Joensen í 400 frí við 4:08.40 og 800 frí við 8:30.31. Éin kapping er eftir at svimja, sum er Pál í 1500 frí, har hann mest sannlíkt kann seta føroyskt met eisini.
Hey
Ja sum tit siggja, so gongur fint Down Under, og vit eru sera vael nogd vid tidina hja Monu. Hon leggur seg nu a eitt 2. plass i danska kongarikinum fyri Junior i 800m fri a langbana, og tad er nu ikki so gali.
Pal svimur 1500m i morgin, og vonandi hevur hann okkurt gott i “posanum” til okkum.
Vh.
Jon