Árliga SmáUnglingaMestarastevnan er sum kunnugt í Klaksvík nú í vikuskiftinum, og tað er tí væntandi at hendan heimasíðan verður eitt sindur friðarlig komandi dagarnar, hóast HM, í øllum førum fyri mítt viðkomandi. Hetta tí at kappingarskráin er long har norðuri, og internetsambandið óvist.
Tað eru teir tríggir yngstu bólkarnir sum kappast, sum eru svimjarar frá umleið 1. til 6. klassa í fólkaskúlanum (tey elstu eru eini 12-13 ár). Vit byrja við upphiting nú kl 18, og kappast so frá 19 til 22 í kvøld, fyri síðani at byrja tíðliga í morgin, og so kappast aftur til einaferð út á kvøldið. Og so aftur sunnumorgunin til kl 10, og aftaná kirkjutíð til suðuroyingarnir mugu fara fyri at náa Smyril.
Væntandi verða serliga klaksvíkingar og leirvíkingar stinnir, umframt einstakir frá hinum feløgunum eisini. Men vit fáa at síggja; Reki og HS eru eitt sindur handicappað av at konfirmatión er í Leirvík og Tórshavn sunnudagin, og tað tí kann hugsast at tey missa onkran luttakara.
Kappingin er so vítt eg veit síðsti kjansur hjá teimum í hesum at kvalifisera seg til FM og DÅM (Danske ÅrgangsMesterskaber). Til FM krevst at man svimur minst eina bronsunálatíð, og til DÅM skal man klára donsku kvalifikatiónstíðirnar. Men um svimjarin kvalifiserar seg til FM, so er kanska ein eyka kjansur har at kvalifisera seg til DÅM.
Gev tó gætur, at tað ikki er 100% vist at SSF skipar fyri túri til DÅM aftur í ár. Ikki at eg veit at tey ikki gera tað, men eg veit heldur ikki um tey gera tað 🙂