Árliga SmáUnglinaMeistarastevnan var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har yngru bólkar okkara møttust úr øllum svimjifeløgum í landinum, at kappast um hvør ið skuldi verða føroyameistari ár 2007. Tað vórðu vertirnir úr Klaksvík sum vunnu flest heiðursmerki, við Reka á øðrum plássi og Vágs Svimjifelag á triðja. Serliga Alvi Hjelm úr Ægir gjørdi bart, við at vinna heili 9 gullheiðursmerki, harav ein rúgva var bólkamet.
Hetta varð heiðursmerkjabýtið millum feløg:
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
Ægir | 21 | 16 | 15 |
Reki | 17 | 18 | 14 |
VS | 13 | 11 | 7 |
FS | 5 | 5 | 7 |
HS | 4 | 3 | 3 |
FLOT | 3 | 8 | 9 |
TS | 2 | 1 | |
Skeggjar | 1 |
Altso ein knúsandi sigur til norðastu og syðstu svimjarar okkara, úr Klaksvík, Leirvík og Vági. Tað skal tó sigast, at feløgini úr serliga Tórshavn og Suðuroy vóru rættiliga illa umboðað, vegna sjúku, ferming og páskaferiu við Norrønu.Samlaða luttakaratalið var 137 einstaklingar, sum man vera eitt tað slakasta talið í mong ár, tá ið man hugsar um at stevnan hesuferð var fyri eisini bólk 3.
Millum svimjarar og stafettir varð heiðursmerkjabýtið:
Svimjari | Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
Alvi Hjelm | Ægir | 9 | ||
Helena Sævarsdóttir | VS | 7 | 1 | 1 |
Turið S Christiansen | Reki | 6 | 2 | 1 |
Sofus Bech | VS | 5 | 2 | |
Jákup Andreasen | Ægir | 5 | ||
Victoria Eysturdal | Ægir | 5 | ||
Jákup Klein Hansen | HS | 4 | 1 | 1 |
Flatturnar Hjá Fs | FS | 3 | ||
Reki Superboys | Reki | 3 | ||
Heðin L Olsen | Reki | 2 | 3 | 1 |
Astrid Foldarskarð | FLOT | 2 | 1 | 1 |
Reki Supergirls | Reki | 2 | 1 | |
Ingunn Olsen | Reki | 2 | ||
Jóhanna Egholm | FS | 2 | ||
Jonna Bjartalíð Thomsen | Reki | 1 | 4 | 2 |
Ægir Dreingir | Ægir | 1 | 2 | 1 |
Birita Debes | FLOT | 1 | 2 | 1 |
Vs Super Boys | VS | 1 | 1 | |
Bergtór T Thomsen | Reki | 1 | 1 | |
Ægir Bamsur | Ægir | 1 | ||
Eyðbjørn Joensen | VS | 4 | 3 | |
Óluva Jacobsen | Reki | 3 | 4 | |
Ronja Eysturdal | Ægir | 3 | 2 | |
Ægir | Ægir | 3 | ||
Susan Reinhardt | Ægir | 3 | ||
Marni Leo | VS | 2 | 2 | |
Poula Mohr | FS | 2 | 2 | |
Hákun Edmundsson | FLOT | 2 | 1 | |
John Viljam Johannesen | Ægir | 2 | 1 | |
Fríði Bjarkhamar | Reki | 2 | ||
Gunnar Vatnhamar | Reki | 2 | ||
Kristina Elin Thomsen | TS | 2 | ||
Flot2 | FLOT | 1 | 4 | |
Jónfríð Hansen | FS | 1 | 3 | |
Annika Petersen | FS | 1 | 2 | |
Hans Jákup Fuglø | Reki | 1 | 2 | |
Ægir Gentur | Ægir | 1 | 1 | |
Flot1 | FLOT | 1 | 1 | |
Kristian Martin Joensen | Ægir | 1 | 1 | |
Markus Joensen | HS | 1 | 1 | |
Monika Biskupstø | Ægir | 1 | 1 | |
Óli Mortensen | HS | 1 | 1 | |
Róland Toftum | VS | 1 | 1 | |
Finn D. Petersen | FLOT | 1 | ||
Fs Gentur 1 | FS | 1 | ||
Krista Mørkøre | Ægir | 2 | ||
Kristjan Berg | Reki | 2 | ||
Sigmund Mørkøre | Ægir | 2 | ||
Ásbjørg Hjelm | Ægir | 1 | ||
Dunnungar | TS | 1 | ||
Eva Trygvadóttir | Reki | 1 | ||
Gunnrið Dam | Ægir | 1 | ||
Katrina Akursmørk | Ægir | 1 | ||
Kjartan Petersen | FLOT | 1 | ||
Martin Olsen | Ægir | 1 | ||
Skeggjar | Skeggjar | 1 |
Kappingin var sum heild merkt av nøkrum fáum suverænum svimjarum, sum t.d. Sofus Beck og Helenu Sævarsdóttur í bólki 3, Turið S. Christiansen og Alva Hjelm í bólki 2, og Victoriu Eysturdal og Jákup Andreasen í bólki 1. Restin kundi klóra seg til eina ella tvær gullmedaljur, í greinum sum hóskaðu minst væl til hesi 6..
Eg havi ikki tal á bólkametunum, men tað tyktist sum um serliga Alvi Hjelm setti met í nærmast øllum. Reka-genturnar í bólki 2 settu eisini bólkamet í minst einari stafett, og man ikki Helena Sævarsdóttur hava sett okkurt met eisini? Hon fekk í øllum førum eina silvurnál á stevnuni, um enn hendan kann hava verið fyri eitt eldri bragd.
Sum heild ein rættiliga væl fyriskipað stevna, tá ið man hugsar um at har var ymiskt koks við innbjóðingini. Vit svumu kanska eitt sindur ov leingi fríggjakvøldið (til kl 22.30); men leygardagurin tyktiskt ikki so harður, hóast øll sunnudagsskráin varð flutt til leygardag (vegna lítla luttøku og ferming sunnudagin).
Úrslitalisti er viðheftur sum HTML og tekst-fíla, umframt RE-fíla at lesa inn í WinGrodan.
Um onkur hyggur í gamlar reglugerðir fyri SUM, síggja tit at har stendur at SUM skal fara fram í tíðarskeiðnum 10-20 mars. Hetta er seinni strikað. Leggið til merkis dagin 20. mars. Hesin dagur var lagdur inn, soleiðis at SUM ikki fall saman við páskir og konfirmatión. Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot at havt hetta í huga tá ætlanin verður løgd fyri 2007/2008.
Heilsan Jon