Startlistin til FM klárur

So er startlistin til FM klárur. Og lat meg bara heldur siga beinan vegin, at FM sær út til at verða rættiliga spennandi, um enn mín persónliga ynskikapping ikki varð til veruleika.

Gev gætur at startlistin er skiftur tann 24. apríl !

Mín dreymakapping á hesari stevnu vildi verið 800 frí millum Juttu Thomsen, Monu Simonsen og Elspu Mørkøre. Tær hava allar sett met á teininum, og svimja í løtuni upp til sítt besta nakrantíð. Men tað verður altso av ongum, við tað at einans Mona Simonsen er tilmeldað av teimum trimum.

Men Jutta og Mona svimja báðar 400 frí, sum tí alt annað líka burdi verið ein áhugaverd og tøtt (sjónvarpað) kapping. Jákup Øssurson og Pál Joensen svimja báðir 200 bringu, við undir einum sekundi á muni í tilmeldingartíð, hóast teinurin tekur yvir hálvan triðja minutt at svimja. Og í 100 bringu við trimum tíggjundapørtum á muni.

Andrass Thomsen og Pál Joensen svimja báðir 400 frí. Pál og Kári á Høvdanum svimja 200 firvald í móti hvørjum øðrum, har báðir hava átt føroyska metið seinasta árið. Pál, Andrass og Beinir Danielsen svimja allir 100 blandað við umleið einum hálvum sekundi á muni millum bestu og triðbestu tilmeldingartíð. Og millum Kristian Olsen og Dánjal Martin Hofgaard í 100 frí eru bara 2 tíggjundapartar.

Og so eru tað allar tær stuttu kappingarnar, á 50 metrum, har tilmeldingin er stór og tøtt. Á pappírinum sær tað út til at vinnarin er tryggur í nógvum av hesum kappingum, men man veit jú aldrig… munurin er sjáldan meira enn 1 sekund millum nr 1 og 6, og hartil eru nógvir ‘dark horses’, í kraft av ungum svimjarum sum hava tikið seg fram, og av gomlum sum eru komnir uppí aftur. Tak til dømis 50 frí hjá monnum:

  1. Kristian Olsen (Ægir), 24.10
  2. Pauli Ø. Mohr (FS), 24.35
  3. Dánjal Martin Hofgaard (TS), 24.70
  4. Beinir E. Danielsen (FLOT), 24.80
  5. Sørin Martin Johannesen (TS), 25.08
  6. Andrass Thomsen (HS), 25.16
  7. Aksal Holm Norðfoss (HS), 25.32
  8. Høgni Jacobsen (HS), 25.37

Viðvíkjandi heiðursmerkjum, so sær serliga Elspa Mørkøre út til at vera tryggjað eitt ordans hál. Í øllum níggju einstaklingakappingunum hjá henni er hon nevniliga so nógv frammanfyri nr 2, at hon má metast at vera ein tryggur vinnari.

Námen, tit kunnu sjálvi hyggja í viðfesta startlista. Gæv gætur at hann nokk verður skiftur út rættiliga skjótt, við tað at har eru onkrir feilir í honum, so sum at einstakir svimjarar hava ómøguligar tíðir í 50 bringu hjá monnum og 50 rygg hjá kvinnum, umframt at nógv met eru ov gomul. Men restin burdi verið á leið 🙂

22 thoughts on “Startlistin til FM klárur”

  1. Banka undir borðið og alt hatta har, men tað sær út til at ungi Høgni Miné-Rasmussen er oyggjaleikaklárur. Hann hevur nevniliga longu kvalifiserað seg sambært listanum hjá SSF, og kundi tí bara koppast um til dømis Andrass Thomsen svam teinin skjótari á FM. Men so verður ikki, og tí burdi Høgni verið klárur, um ikki onkur regla er sum eg ikki kenni til.

    1. eg vildi heldur sagt, at tað er keðiligt at Elsba skal vera í einum klassa fyri seg:) gentan eg heilt ófatuliga góð:)   eg hevði sjalvandi eisini vilja sæ elsbu svomi baði 400 og 800, men sjilji væl um hon ikki orkar tað:) hon svimur jú 9 kappingar:)  

      annars haldi eg tað sær sera spennandi út til FM:) og gleði meg at síggja allar kappingarnar:)    serliga 50 og 100frí :)   
      Pauli svimur ógvuliga skjótt til venjing, so tað sær út til at fara at vera kapping um 1.plassi:)hehe 

      Gott FM:)

      1. 800m frí eigur mona, har er eingin møguleiki hjá elsPu. Og øll minnast hvat elsPa gjørdi seinast hon svam 400m frí ímóti juttu… klassa fyri seg ? jú jú

        Pál er tilmeldaður í 11-12 kappingum, harav 4×200, 2×400 & 1×1500, segði nakar HART ?

  2. Pál svimur 11-12 ferðir (misti talið) í grót harðari kapping í teimum flestu.  Tað er ein pressari. 

    1. Legði til merkis hatta har. Har eru onkrar kappingar sum hann eigur at vinna (1500 frí, sikkurt 400 eisini), men so aðrar har hann í øllum førum skal pressa seg fyri at kunna vinna (200 bringu móti Jákupi, 200 firvald móti Kára).

      Onkur av okkum vildu verið moyr longu eftir teir 1500 😉

  3. Ja, Pál er eisini óførur ! Men lat nú verða við at vera úti eftir Elspu ! Tað eru fleiri onnur sum ikki svimja so nógvar kappingar !

    Standi nú saman sum ein eind, og latið okkum síggja flotta svimjing til FM

    Gott FM !

  4. Hevði bara ynskt at vit fáa eitt gott og positivt FM07 uttan klandur og stríð tí tað vísir seg at tað trívist sera væl innan svimjingina í Føroyum. Øll hava sjálvandi rætt at hava sína meining, men lat okkum nú øll royna at fáa tað besta burtur úr so okkara deiligu svimjarar vit eiga kunna fara til húsa aftur sunnukvøldið við einari góðari kenslu og einara positivari uppliving ríkari …. -:)  -:)

  5. Jú, hetta verður nokk eitt sera gott FM.

    Søren Martin er ein føringur, ið eg liggi og treni við niðri.. Ógvuliga fittur, svimjarnir mugu heilsa uppá hann 🙂

    Eg gleði meg til FM, sindur kedd av at Elspa ikki tekur avbjóðingina upp í 400 frí, tað hevði eg annars sæð framm til.

    Verði annars pen folkens 😉

    Hygge

  6. Tað er ótrúligt at støðið er lágt á hesum kjakinum ha? Eitt er vist, og tað er at vit fáa eitt spennandi og skjótt FM í ár, har (vónandi) nógv føroysk met verða sett!!! Sjálvandi er eitt sindur av taktikki í tilmeldingunum hjá svimjarunum, sum jú helst (haldi eg) vilja hava so nógv við til Oy.L sum møguligt. Latið nú for søren verða við at klandrast innanhýsis, tað gevur alt ov ringa mynd av svimjingini úteftir. Um svimjararnir ikki standa saman um svimjingina, hvør sørin skal so??? STANDI SAMAN UM SVIMJINGINA ØLL SUM EIN!!!

    Vh.

    Søren

  7. Poul (SSF) hevur júst sent út eitt nýtt eintak av startlistanum, har hasar ómøguligu tíðirnar eru rættaðar. Skifti tí hin gamla út við tann nýggja, her.

    (og tað er hervið gjørt)

    1. Okkurt fø met er ikki upp to date, eins og hs er tilmelda við sera optimistiskum tíðum í teirra kvinnu liðsvimjing. Tær svimja kanska skjótt í Havn beint nú, og kanska eru tíðirnar frá venjing ? Spennandi verður tað so anyways  >:)

      Man ikki meti hjá Eivindi E. í 100m frí standa fyri skoti hesu ferð ? Eg vanti at 0.52.5 skal til ella betur fyri at vinna 100m frí í ár um vit hugsa um K.O. og Melbourne.

      2-3 gentur undir min í 100m frí kanska ? Tað hevði hjálpt uppá oyl hópin um vit hugsa lið.

      Men hvat kemur at henda í bringusvimjing ? Har verða nógvar spennandi kappingar hjá gentum og dreingum. Har er “kanska” bert 50m sum er ein 75+% sikkur.

      Og blandað lið til oyl hongur eitt sindur tungt í bringu og firvald tá ið vit koma til 100m. Spennandi verður at síggja hvat Kári hevur lært í sigma, tí dreingirnir hava ikki ráð til at byrja “illa” (helst best:-)) í rygg tá ið bæði bringa og firvald hanga eitt vet eftir. Men ok FM er ikki byrja enn, so bringu og firvaldsvimjarnir mugu vísa hvat teir eru gjørdir av >;) Kári hevur víst at hann kann. Og Pál kann væl ikki vinna 12 gull ?

      Og Petur Mc hvar er hann í 100m firvald ?

      FM verður spennandi, kanska The best of all times!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.