Puha sum tað verður spennandi í kvøld. Pál Joensen hevði nógv bestu tilmeldingartíð í 50 firvald, men Petur McIntosh svam tó skjótari við 26.81 í morgun, har oyggjaleikakravtíðin er 26.64. Guðrun Holm Jacobsen setti nýtt føroyskt bólkamet í bólki 4, tá ið hon svam 50 firvald á 30.76. Pál damlaði seg til gull í 1500 frí, men sum heild sær tað út til at verða avberandi spennandi í kvøld.
Tíverri eru dreingirnir so fáir aftur í ár, at tað í fleiri førum ikki varð neyðugt at svimja innleiðandi riðlar fyri at finna finaluplássini. Allir tilmeldaðir komu nevniliga víðari, í 200 bringu, 200 rygg, 200 blandað og 4 x 100 blandað. Hetta viðførdi so aftur, at stutt varð millum kappingarnar hjá gentunum í morgun, hóast dómararnir royndu at leggja nóg mikið av pausu inn í millum.
Finalistarnir í kvøld eru
Kapping 1, 100 frí kvinnur
- Elspa Mørkøre (FS), 59.25
- Shaila Millum Garðarnar (TS), 1:01.38
- Guðrun Holm Jacobsen (HS), 1:01.54
- Natalia Reinhardt (Ægir), 1:02.03
- Jutta Thomsen (TS), 1:03.66
- Helena Sævarsdóttir (HS), 1:05.57
Kapping 2, 50 firvald menn
- Petur McIntosh (HS), 26.81
- Pál Joensen (VS), 27.56
- Janus T. Olsen (HS), 27.79
- Pauli Ø. Mohr (FS), 27.83
- Beinir E. Danielsen (FLOT), 27.85
- Kristian Olsen (Ægir), 27.88
Kapping 3, 200 blandað kvinnur
- Elspa Mørkøre (FS), 2:26.97
- Lisbeth L. Joensen (HS), 2:30.15
- Jutta Thomsen (TS), 2:43.32
- Poula Mohr (FS), 2:58.32
- Monika Biskupstø (Ægir), 3:00.63
- Turið S. Christiansen (Reki), 3:02.00
Kapping 4, 200 bringu menn (svumu ikki í morgun)
- Jákup Øssurson (FS), 2:30.25
- Pál Joensen (VS), 2:31.12
- Frans Johannesen (TS), 2:35.81
- Bjarni M. Petersen (Ægir), 2:59.11
- Jón Hofgaard (TS), 3:06.17
- Ólavur Sigmundsson (HS), 3:09.23
Kapping 7, 50 firvald kvinnur
- Shaila millum Garðarnar (TS), 30.35
- Guðrun Holm Jacobsen (HS), 30.76
- Bjørg Seloy (HS) 31.10
- Natalia Reinhardt (Ægir), 31.31
- Hildur á Fløtti (FS), 33.59
- Ann Mari Midjord, 33.87
Kapping 8, 200 rygg menn (svumu ikki í morgun)
- Kári J. á Høvdanum (FS), 2:07.18
- Høgni Miné-Rasmussen (HS), 2:11.83
- Sveinur Magnasson (FS), 2:16.24
- Magnus Jákupsson (HS), 2:44.72
Kapping 9, 100 rygg kvinnur
- Elspa Mørkøre (FS), 1:08.80
- Mona Simonsen (TS), 1:15.76
- Helena Sævarsdóttir (VS), 1:16.64
- Birita Debes (FLOT), 1:17.44
- Jónfríð Hansen (FS), 1:18.62 (luttekur ikki í finaluni)
- Una Egholm (FS), 1:19.48
- Gunnrið Dam (Ægir), 1:20.45
Kapping 10, 200 blandað menn (svumu ikki í morgun)
- Andrass Thomsen (HS), 2:14.83
- Pál Joensen (VS), 2:15.98
- Torstein J. Fríðfinsson (Reki), 3:29.23
Kapping 11, 50 bringa kvinnur
- Malan Vitalis Bærendsen (TS), 36.41
- Karina Petersen (HS), 36.91
- Ingunn Olsen (Reki), 37.69
- Katharina Lamhauge (HS), 37.79
- Maria Vang (TS), 37.86
- Dagmar M. Winther (HS), 39.61
Kapping 12, 100 frí harrar
- Kristian Olsen (Ægir), 53.71
- Dánjal Martin Hofgaard (TS), 54.70
- Sørin Martin Johannesen (TS), 55.19
- Pauli Ø. Mohr (FS), 55.21
- Andrass Thomsen (HS), 55.36
- Dánjal Hestoy (HS), 56.61
Kapping 13, 4 x 100 frí kvinnur
- HS 1, 4:20.61
- TS, 4:24.13
- FS 1, 4:26.75
- HS 2, 4:39.34
- Ægir 2, 4:44.07
- FLOT 1, 4:44.91
Kapping 14, 4×50 frí men (svumu ikki í morgun)
- HS 1, 1:43.26
- FS, 1:44.76
- TS, 1:45.76
- FLOT 1, 1:48.97
- HS 2, 1:49.87
- HS 3, 2:23.34
- Ægir 1
Gløggi lesarin sær nokk at har eru ov nógvir luttakarar í kapping 9 og 14. Í fyrru er tað sum viðmerkt tí at nummar 5 svimjari hevur meldað frá finaluni, og nummar 7 tí sleppur at svimja í staðin. Og kapping 14 svumu teir slettis ikki í morgun, sum má merkja at okkurt lið hevur trekt seg longu áðrenn innleiðandi.
Kapping 5 og 6 vænta eisini, av tí at tær kappingarnar (800 frí hjá kvinnum og 1500 frí hjá monnum) vórðu liðugt avgreiddar í morgun. Úrslitini vórðu:
800 frí kvinnur
- Mona Simonsen (TS), 9:14.73
- Anna Kathrina Eysturberg (TS), 9:52.48
1500 frí menn
- Pál Joensen (VS), 17:08.81
- Sofus Bech (VS), 20:49.77
Fyrstu heiðursmerkini fóru altso øll til Suðuroyar, har Mona vist nokk royndi men ikki megnaði at taka metið hjá Juttu Thomsen á 9:08.02, meðan Pál mildest talt damlaði seg til gullið í 1500 (metið hjá honum har er 15:56.21).
Av slatrið kann annars nevnast at evnaríki Høgni Miné-Rasmussen eftir øllum at døma er sjúkur. Hann meldaði frá 1500 frí í morgun, og spurningurin er so hvussu verður við teimum 200 rygg í kvøld.
Onkur ónevndur hevur annars skrivað eitt frálíkt referat sum viðmerking her á hesi heimasíðu, við nógvari inside-vitan og áhugaverdum meiningum.
Úrslitalistin frá í morgun er viðfestur.
FM fríggjadag
Guðrun H. Jacobsen 1.01 í 100m frí. Uhh hettar lovar at tað verður ein spennandi finala um 2,3 & 4 plássi í tí at har eru Jutta og Shalia við nærum somi tíð sum Guðrun. Elspa kanska fær undir 58.0 ?
50 firvald hjá monnum, halló har er jú eitt sindur at taka av :)) Petur Mc undir 27.0 men annars er sera tætt frá 2-6 pláss. Skal hettar verða gull nr.2 hjá Pál ?
200 blandað kvinnur, Elspa!!! so er tað Lisbeth í roynir eftir 2.27 (OYL) og Jutta sum kanska ætlar sær at hanga í Lisbeth ?
200bringa hjá monnum. Jákup Ø, hvat hevur hann í sær ? og hvat kann Pál her ? Og so er tað Frans, bert 14 ár við 2.35, hettar verður nokk ein av teimun sera spennandi finalunum.
50 firvald kvinnur. Enn einaferð Guðrun H. Jacobsen við einari flóttari tíð, men hin “gamla” av Tvøroyri svam upp til sítt besta og liggur sum favorittur. Ein má tó ikki gloyma Bjørg og Nathaliu, henda seinna svam 1.02 í 100 frí, sá gott út.
200m rygg hjá monnum. Uttan ein sjúkan Høgna Miné, so verður tað Høvdas sum skal berjast við klokkuna aleinaður. Svein dámar ikki 200m :))
100 rygg gentur. Elspa!!! og so Mona og Helena (VS) Her er saknir í einari Bjørg sum hevur svomi góðar 50metrar í seinastuni.
200m blandað hjá monnum. Kanska ein gysari ? Andrass Thomsen vs. Pál Joensen. Hvør verður tað ? Andrass er ikki við í OYL høpinum, so her er okkurt at svimja um.
50m bringa hjá kvinnum. Karina tók sær av løttum, er jú nokk so trygg. Og so sá man eina unga Leirvíks gentu Ingunn Olsen, bert 12-13 ár og 0.37.5, jú kanska er vón fyri bringusvimjingini hóðast alt. Malan (TS) kempar um eitt OYL pláss, er nær við, men tað er ikki nokk.
100m frí hjá monnum. Uha Uha, K.O (Ægir) sá gott út við sínum 53.7, men har vóru fleiri í sóðu út til at taka sær av løttum við 54-55sek, so her er einki avgjørt :))
4x100m frí hjá kvinnum. So sum Guðrun (HS) svam í morgun, so eiga HS genturnar at geva TS kapping um 1. plássi. TS vann FM2006 og Fø-Met.. Men tær genturnar mugu svimja væl betur í kvøld um gulli skal vera verandi á Tvøroyri.
4x100Blandað hjá monnum. FS sær út til at svimja gulli heim uttan stórvegis mótstøðu. HS er enn nakað langt vekk frá fortíðar styrki.
Eitt spennandi finalukvøld verður tað so, og uttan SVF sum leggur allar kreftur í vánaligan fótbólt runt landi.
Mær vitandi er orsøkin hjá Kringvarpinum ikki manglandi vilji, men manglandi kameraførarar.
Tak meg ikki í tí, men um man hyggur at hvussu nógv videogóðskan svingar í SVF-frásagnum frá fótbóltsdystum kring landið, so sær tað út til at tað er fótbólturin sum sendir inn video, heldur enn SVF sum sendur út kamerafólk.
Kanska nakað sum svimjingin burdi umhugsað.
Éitt er so púra vist: Danir og norðmenn hyggja býtt uppá okkum tá ið vit siga at sjónvarpið sendur live frá svimjistevnum í Føroyum, tí teirra kringvørp vilja illa nokk senda bandaði brot frá svimjing. Vit eru faktiskt í eini serstøðu, saman við svium og avstralum.
Høgni Miné-Rasmussen
Takk fyri viðmerkingarnar tit. Eg siti her heima við 39 í fepuri og lesið hetta. Havi eisini akkurát sæð tykkum í sjónvarpinum í Dagur og Viku. 😉
Tað var keðiligt at eg skuldi blíva sjúkur. Annars var FM ein kapping sum eg hevði vant nógv til og eisini ætlaði at tað skuldi gengast væl! Men so bleiv ikki. Eg ergri meg grønan um hetta …
Ná, men tað er ikki so nógv eg kann gera við tað akkurát nú ! Royni bara sum best at blíva frískur aftur !
Annars góða eydnu tit øll. Eg vóni at tit klára tykkum gott ! Og eg komi nokk ikki í morgin tí fepurin er bara vaksin síðani í morgun. Men sunnudagin fáa vit so at síggja. 🙂
Heilsan Høgni
Vit vita at tú hevði verið góður um tú vart har 🙂
Høgni Miné-Rasmussen
Ja, tað vil eg hopa eg hevði verið ! hehehe 😉
Høgni Miné-Rasmussen
tillukku til øll tey sum hava forbetra seg, og til tykkum sum hava sett bólkamet (og føroyskt met) 😉