Jú jú, tey yngru vóru eisini góð og settu met og alt møguligt. Men vit veruliga gomlu kunnu ikki lata verða við at frøast yvir at síggja Kristian Olsen taka metið hjá Eivindi í 100 frí, og at Shaila millum Garðarnar varð fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald.
Eg havi ikki fingið úrslitalistan enn, og skrivi tí eitt sindur í blindum. Fult av fólki uppi í høllini, og nógv tíð fór tí við at práta við gamlar kenningar, hóast kappingarnar absolutt vóru spennandi. Sá tær, jú jú, men var ikki heilt vakin nokk til at fylgja við í metunum 🙂
Men okkurt kundi sjálvt tann sløvi ikki umganga at hoyra. Elspa Mørkøre setti met í 100 rygg við 1.04 okkurt. TS-genturnar knústu metið í 4 x 100 blandað við 3 sekundum. Kristian Olsen svam 52.49 í 100 frí, og tók harvið væl og virðiliga metið frá Eivindi Eysturoy, á 52.94. Jákup Øssurson og Pál Joensen svumu báðir undir oyggjaleikakravtíðina í 200 bringu. Og Shaila svam undir 30 í 50 firvald, umframt at verða næsta føroyska kvinna undir minuttin í 100 frí !
Tárapersarar vóru eisini. Petur McIntosh var éin hundraðpart av einum sekundi frá at vinna gull í 50 firvald, og 11 hundraðpartar frá oyggjaleikakravtíðini. Pál vann, og Beinir varð nummar trý. Lisbeth L. Joensen varð 1 sekund frá kravtíðini í 200 blandað.
Ok, eg eri eftirhondini úti á djúpum vatni, og bíði tí til eg havi sæð ein úrslitalista 🙂
…
Tillukku Kristian vid tí flotta avrikinum. Og tillukku til allar hinar svimjarnar…
Eg vil eisni ynskja teimun yngru svimjarnum¨, tillukku vid tí flotta úrslitinum, sum tit hava fingi í dag sera flott, gód úrslit….